ODDAGREIN: Fýra milliónir í koyripengum

»Øll eru líka, men summi eru meira líka enn onnur«.
Soleiðis segði gitni rit­høv­und­ur­in George Orwell í skald­søgu­ni Ani­mal Farm frá 1945.

Nakað tað sama kunnu vit siga um okk­ara poli­tikarar. Serliga teir, sum toll­aks­­m­ess­udag tryggjaðu sær sjálv­­um stóran skattalætta.

Tá løgmaður skipaði nýtt lands­stýr­ið í nov­em­ber­mán­aði, tá økti hann eis­­ini út­­reiðsl­ur lands­kass­ans til lands­stýr­is­manna­­løn­ir við sløk­um trim­um mill­i­­ón­um um ár­i­ð pluss tað, at fýra landsstýrisfólk skuldu hava bíðipengar.

Men tað kostar eisini lands­kassa­num nógv, at fleiri av lands­stýri­s­fólku­n­um búgva utt­an fyri høv­uðs­stað­in, tí hesi fólk skulu hava nógvar pengar í »kostn­að­ar­end­ur­gjaldi«, sum koyr­ipengarnir hjá lands­stýr­is­fólki eita.

Sum tað sæst í grein í blað­num í dag, so skulu teir seks lands­stýr­is­menn­i­nir, sum búgva uttan fyri høvuðsstaðin, hava um 900.000 krónur ár­liga í koyri­peng­um. Tað merkir, at Kar­sten Hansen, Bjørn Kalsø og Já­ku­p Mikkelsen, sum búgva í Klaks­vík, skulu hava 164.000 krónur árið – ella um 14.000 krónur um mánaðin í koyr­i­peng­um í part. Tað sama fær Johan Dahl, tí hann býr í Fámjin.

Eyðvitað hava landsstýrismenn út­reiðsl­ur av at skula koyra til Havn­ar, men at fáa 14.000 krónur skatta­frítt um mán­að­in, tað gev­ur onga mein­ing. Hetta er nógv meira enn nógv onnur fólk hava eftir av síni løn, fólk, sum eisini koyra langa leið til Havnar til arbeiðis.

Ó­ivað eru nógvar meiningar um, hví skip­anin er, sum hon er. Men tað merk­ir ikki, at hon er røtt. Løg­mað­ur hevur ábyrgdina av henni, og her kundi hann framt eina mun­andi sparing við at tikið burt­ur hetta meingsleysa »kostn­að­­ar­endur­gjald«, sum ikki er ann­að enn ein kamuflerað løn­ar­hækk­ing. Teir eiga sjálvandi at hava somu skyldur sum onnur fólk. Hvat er tað, sum ger lands­stýr­is­fólk so serlig, at tey skulu sleppa und­an at rinda skatt av stórum parti av lønini? Hví er sama skipan ikki gald­andi fyri vanlig fólk?

Tað er í ordan, at politikarar fáa góð­ar løn­ir, tí ann­ars fáa vit valla góð­ar pol­it­ik­arar. Men tað er ikki í ordan, at pol­it­ika­rar ikki gjalda skatt sum onn­ur fólk. Eitt er, at tað er ó­rætt­víst, men tað ger eisini, at teir ikki merkja síni sparitiltøk á egn­um lumma, eins og onnur fólk. Teir missa sambandið við fólkið.

Hann kann bøta skaðan við at taka av kostn­að­ar­end­ur­gjaldið, og har­við spara lands­kassa­num mill­um tríggj­ar og fýra mill­i­ón­ir krón­ur hetta val­skeið­ið.