Henda nútímansgerð skuldi geva okkum eina meira nútíðarhóskandi almenna fyrisiting og betri rættartrygd. Politiska valdsjavnvágin varð eisini broytt til fyrimunar fyri landsstýrið og miðfyrisitingina. Løgtingsins ávirkan á fyristingarligar avgerðir varð munandi minkað og sjálv lóggávutilgongdin gjørdist trek og tung. Sum ein avleiðing av hesum broytingum fingu vit ta sonevndu FNC skipanina uppkallað eftir donskum serfrøðingi, sum fekk púra fríar hendur til at umskipa alla landsstýrisfyrisitingina. Úrslitið gjørdist ein ovurstórur almennur yvirbygningur, sum javnt og samt økist sum við knubbanøring. Parkinsons lóg tykist vera galdandi her sum alla aðrastaðir: almenn fyrisiting hevur lyndi til at veksa ótálmað orsakað av ávísum viðurskiftum í sjálvari fyrisitingini.
Í sambandi við, at límið í ávegis kreppupakkanum er loysnað, hevur fíggjarmálaráðharrin luftað nøkrum tonkum um almennu fyrisitingina. Við hesum nemur fíggjarmálaráðharrin við eitt eymt punkt í samfelagnum. Ein stór almenn fyrisiting er í sjálvum sær eingin trupulleiki, so leingi borgarar og vinnulív kenna, at fyrisitingin er til gagns fyri allar partar. Men fær almenningurin eina kenslu av, at fyrisitingin í ein ávísan mun er til fyri sína egnu skuld, so fellur undirtøkan í almenninginum fyri hesum yvirbygningi.
Tað er við hesum bakstøði, vit eiga at meta um hugskotið at minka um talið av stjórnarráðum. Spurningurin er, um tíðin ikki er komin til at royna ein øvugtan FNC. Eiga vit ikki at nýta høvið til at yvirhála alla almennu miðfyrisitingina og kanna eftir, um vit nú fáa nóg mikið fyri peningin. Er ikki okkurt, sum kann gerast bæði bíligari, einfaldari og enntá betri? Kundu vit ikki havt færri stjórnarráð? Er veruliga brúk fyri trimum eftirlitsstovnum? Hvør hevur veruliga valdið við hesum fyrisitingarbygnaði? Er hann hóskandi til okkara lítla samfelag? Hvørjar dupultfunktiónir eru? Eru tað í roynd og veru embætisfólk og ikki politikkarar, sum hava valdið. Hvør hevur størri vald – ein landsstýrismaður ella ein aðalstjóri? Hvussu við spunasmíði og í hvønn mun verða embætisfólk, ið skulu vera púra politiskt uttanveltað og óheft, nýtt sum spunasmiðir? Hvussu er almenna tænastustøðið samanborið við grannalondini? Hvørjar almennar uppgávur kunnu vit útlisitera? Hvørji øki skulu gerast kommunal og hvørji skulu verða verandi landsmálsøki? Hesar og mangar aðrar spurningar eiga vit nú at fáa svaraðar. Vit eiga samstundis at spyrja um ikki ein samanlegging av stjórnaráðum hevði gagnað. Talið av stjórnarráðum er jú ásett meira fyri at fáa politiska kabalu at ganga upp enn av fyriliti fyri tænastustøði og rættartrygd. Hví ikki fimm ella trý stjórnarráð?
Sosialurin