ODDAGREIN: Ferðamannasiglingin

Tað munnu vera fáir føroyingar, sum ikki vilja ferðamannaskipinum Norrønu alt væl. Tí hetta skip er einasta farið, sum kann føra okkum sjóvegis til og úr Føroyum alt árið.

 

Og hóast vit hava gott flogsamband, so vilja vit sum fjarskotið oyggjaland eisini hava eitt ferðamannaskip tøkt. Og taka vit so samfelagsliga týdningin, sum slíkt ferðamannaskip hevur, her verður serstakliga hugsað um ferðamannavinnuna, so er eingin ivi um, at vit eiga at gera alt fyri ikki at missa slíka rutu av hondum.


Smyril Line hevur sett sær fyri at fáa nýtt skip og harvið verður eisini skaptur møguleiki fyri eini menning av ferðavinnuni her á landi. Tí ein av kanska mest týðandi súlunum undir tí ferðavinnu, sum mong so fegin síggja skal geva pengar av sær til búskapin, er nettup eitt stórt og gott ferðamannaskip.


Men tað er eingin løtt uppgáva at fara undir at byggja slíkt skip. Hvat tú enn gert so vil hetta kosta nógvar pengar, og tá vit eru lutvíst fá í hesum landi at stuðla undir slíka bygging og tað eisini er ein stórur biti at svølgja hjá eini føroyskari fyritøku at gera eina íløgu uppá meira enn 700 mill. kr, so er greitt, at onkur annar má eisini koma við onkrum íkasti. Og her sær so ikki mætari út enn at bæði íslendingar og hetlendingar vilja vera við, nú Norrøna eisini hevur og kann fáa uppaftur størri týdning fyri bæði Ísland og Hetland sum ferðamannalond. Tað var tí gleðiligt at hoyra, at einar 70 mill. kr. verða settar í nýggju Norrønu úr hesum báðum grannalondunum. Nú mugu vit so eisini rokna við, at Framtaksgrunnurin vil vera við og møguliga eisini løgtingið. Tað fer so tíðin at vísa.


Vit seta so okkara vónir til, at framtíðar verkætlanin við nýggju Norrønu fer at eydnast og at hon kann vera landi og fólki at gagni. At hetlendingar nú síggja nyttuna av hesi rutu er eisini at gleðast um, hóast tað uttan iva eru tey, sum heldur høvdu ynskt, at tað vóru skotar, sum settu pening í skipið, og soleiðis at Norrøna kom at sigla aftur uppá Aberdeen. Nú hetlendingar seta pengar í, so merkir tað helst, at leiðslan á Smyril Line verður bundin til í allari framtíð at sigla uppá Hetland. Tað hevur so sínar vansar, men lat okkum heldur síggja positivt uppá hetta nýggja íkastið og so vóna, at siglingin í framtíðini fer at eydnast. Vit kunnu so bara seta okkara álit á, at tað ikki fer at seta kílar í framtíðar møguleikarnar hjá Norrønu, at rutan nú einaferð med alla verður at ganga um Hetland og ikki skotska meginlandið.


Sosialurin