ODDAGREIN: Ferðin drepur og skal niður

At ferðin í ferðsluni drepur veit hvørt mans­barn. Kort­ini eru tað fleiri okk­ara, sum bein­leið­is van­virða hetta fakt­um, og koyra við góð­ari sam­vitsku nógv skót­ari, enn loyvt er.
Í vikuni kunngjørdi Ferðslu­trygd eina norð­ur­lendska kann­ing sum vís­ir, at før­oy­ing­ar eru norð­ur­lendsk­ir meist­ar­ar í at koyra ov skjótt. Heili 72 pro­sent koyra minst 10 km/t ov skjótt.

Síðani ta fyrstu ferðslu­van­lukk­una, sum kravdi manna­lív í 1928, eru út við 270 fólk deyð í ferðsl­uni, og nógv fleiri eru skadd og illa skadd. Tað bleiv heilt gal­ið í sjey­ti- og átta­ti­ár­u­num, men her er tí­bet­ur nógv bøtt um seinnu ár­ini. Hetta er ikki minst tí, at bil­ar­nir eru vorðn­ir so nógv trygg­ari, men eis­ini hev­ur ver­ið tal­an um eina hug­burðs­broyt­ing, sum hev­ur fing­ið tey ring­astu at upp­føra seg virð­i­lig­ari í ferðsl­uni.

0-hugsjónin, sum løgtingið eisini hev­ur sam­tykt, hev­ur tað vakra end­a­mál, at eing­in skal doyggja ella verða álv­ar­s­liga skadd­ur í ferðsl­uni. Hetta er eitt ide­ali, sum vit øll hava skyldu at liva upp til.

Men hví koyra vit so ov skjótt, kunnu vit spyrja. Vit hava ikki long strekki at koyra í Før­oy­um. Tey eru fá, í koyra meira enn ein tíma úr stað í ann­að. Koyra vit so 80 km/t, so vita vit, at vit koma 80 km eftir ein­um tíma. Mið­al­ferð­in verð­ur tó al­tíð lægri. Men siga vit, at mið­al­ferð­in er 60 km/t, so flyta vit okk­um 60 km í ein tíma. Koyra vit 10 pro­sent skjótari, so koma vit alt­so bara seks km longru, ella seks min­utt­ir fyrr á mál.

Hetta eru so smáir marginalar, at tað undir ongum umstøðum hev­ur nakr­an týdn­ing, bor­ið sam­an við tann vanda, vit seta okkum og onn­ur í við at koyra skjótari. Vísindini siga, at koyr­ir tú om­a­n fyri 90 km/t held­ur enn nið­an­fyri, so øk­ist tal­ið av deyðs­van­lukk­um við 21 pro­sent­um. Koyr­ir tú 80 km/t, tá skaði hend­ir, so er møgu­leik­in fyri at verða skadd­ur 50 pro­sent. Koyr­ir tú 100 km/t, tá skað­in hend­ir, so er møg­u­leik­in ­fyri at verða skadd­ur 100 prosent.

Fyri nøkurm árum síðani hevði Bill Just­in­us­sen, løg­tings­mað­ur upp­skot frammi um at hækka há­marks­ferð­ina á lands­veg­u­num í Før­oy­um. Eitt slíkt upp­skot er í besta lagi táp­u­ligt. Tað kann ikki koma upp á tal at hækka há­marks­ferð­ina á okk­ara krók­utu landa­veg­um. Høvdu vit havt tví­spor­að­ar mot­or­veg­ir, so var tað nak­að ann­að. Men tað hava vit ikki og tað fáa vit valla.

Tí eiga vit at hava størstu re­spekt fyri ferð­ini. Tað eig­ur øll ferðslu­und­ir­vís­ing eis­ini at byggja á –?og fá­ast bil­før­ar­ar ikki at skilja tað, so er und­ir­vís­ing­in ikki nóg dygg. Øll ferðslu­lóg­gáva eig­ur eis­ini at virða hetta. Tá ferðin drep­ur, og eing­in skal doyggja, so má ferð­in sjálv­andi nið­ur.