ST tók ikki undir við innrásini og lýsti hana ólógliga. Longu tann 2. mai í 2003 lýsti George W. Busch bardagarnar at enda komnar og sigursrómurin var øgiligur. Síðan henda dag hevur tó lítil friður verið í hesum hart plágaða landi. Orsøkirnar til ófriðin er mangar, men hetta, at tað er gamalt agg millum Sunni muslimar og Shia muslimar ger tað sera trupult at sameina landið og skapa varandi frið. Átrúnaðarligir spurningar hava sum heild nógv størri týdning, enn hersetingarvøldini høvdu roknað við. Tá innrásin varð framd roknaðu Busch og Blair við, at fagnaðurin um, at diktaturið nú var burtur fór at slætta vegin fyri eini vesturlendskt sinnaðari fólkaræðiligari skipan. Men soleiðis gekk tað sum kunnugt ikki - til tess vóru mentanarligu, átrúnaðarligu og sosialu spenningarnir alt ov stórir og gomul ættarbond og etniskir trupulleikar forðaðu fyri teimum mest einføldu demokratisku mannagongdum. Fyri at fáa fyrisiting og løgreglu at virka hevur verið neyðugt at taka starvsfólkið hjá gamla Baatstýrinum, sum varð koyrt til hús, tá Saddam fall, inn aftur í hitan. Hvat er so vunnið? spyrja mong.
Kríggið í Irak er vorðið ein støðugt vaksandi politiskur, hernaðarligur og moralskur trupulleiki hjá teimum londum, sum virkin taka lut í hersetingini av Irak. Irakar eru flýddir í milliónatali av landinum eins og innanlanda flytingin er stór og elvir til trupulleikar og ófrið. Hvussu nógv irakisk mannalív, kríggið hevur kostað, er óvist, men talan kann vera um fleiri hundrað túsund. Hinvegin vita vit, at á fimm ára degnum var talið á falnum ameriskum herfólki júst komið upp á 4000. Eitt gamalt orð sigur, at tað er lætt at byrja eitt kríggj, men trupult at enda kríggið. Hesi orð hava serstakliga USA og Bretland sannað. Umframt missin av mannalívum er Irakkríggið við at gerast ein búskaparlig vanlukka fyri USA. Tað er lítið, sum bendir á, at kríggið kann vinnast við hermegi. Her má ein politisk loysn halda flestu óheftu eygleiðarar, men so leingi Bush er við valdið, bendir einki á eina politiska loysn í bræði.
Sosialurin