Orðini eigur Jørgen Niclasen, og fullu tey, tá Fólkaflokkurin hevði landsfund leygardagin, og tey skuldu sjálvandi verja ætlaðu avgerðina um at skatta eftirlønir við inngjaldi heldur enn við útgjaldi, sum tað annars hevur verið vanligt.
Álvaratos. Máti skal vera við, hvussu nógv torvmold verður grýtt í eygunum á veljarunum, tá valið er av – og tað framvegis er langt til komandi val.
Jørgen Niclasen veit eins væl og øll onnur, at tað er himmalvíður munur á tølunum í 2050, um skatturin verður goldin við inn- ella útgjaldi.
Fortreytin fyri roknistykkinum hjá Jørgen er, at aldursbýtið av borgarum í samfelagnum verður tað sama í 2050, sum tað er í dag. Okkum kunnugt er ikki ein tann einasta forsøgn, sum bendir á, at so verður, og tí er tað beinleiðis fjant og lótir at fyrigykla sær ein annan veruleika.
Kapitaliseringin av skattinum, sum annars fellur við útgjaldi, er einki annað enn ein roynd at framskunda nakrar inntøkur, so sleppast kann undan at fremja tær strukturellu broytingar, sum eru neyðugar í samfelagnum. Tað er ein erlig søk, um man heldur, at tað er rætta vegin at fara. Men so skal politiska valdið eisini tora at standa við sítt og siga røttu grundgevingina.
Men tað er ikki tað, ið eyðkennir nýggja fíggjarmálaráðharran. Eftir einari viku í sessinum hevur hann longu útmerkað seg í lønarsamráðingunum. Nú skulu tey alment løntu, sum jú fáa ein »so øgiligan« skattalætta frá samgonguni fíggja sama skattalætta við lønarniðurskurði, sum sjálvandi fer at tileinkisgera tað sindrið, sum tey fingu í skattalætta.
Umberingin er her, at samfelagið skal rekast fyri krónutal í 2012, sum tað varð í 2011.
Í besta føri er aftur her dømi um, at samgongan einki sum helst ætlar sær at gera við bygnaðarligu skeivleikarnar í samfelagnum. Í ringasta føri prógv um, at skattalættin einvíst hevði til endamáls at økja um gjónna millum høg og lág í samfelag okkara.