Oddagrein· Granskingarhugsjón

Leygardagin hevði Granskingarráðið kunnandi lýsing í bløðunum. Í lýsingini verður hugsjónin hjá Granskingarráðnum lýst út í æsir.

Hetta er sera áhugaverdur lesnaður, tí hann vísir, hvørji øki, ið Granskingarráðið fer at leggja mesta dentin á framyvir. Granskingarráðið leggur dent á, at størri ágóði av tilfeinginum fæst við einum framkygdum og málrættaðaum granskingarpolitikki. Í hesum sambandi hevur ráðið greinað innihaldið í føroyskari gransking, menning og nýskapan. Ráðið hevur býtt føroyska gransking upp í seks høvuðspartar við ítøkiligum undirevnum.

Evnini, sum Granskingarráðið hevur tikið fram eru matvøruvinna sum ein marknaðartillagað, umhvørvisvinarlig og lønandi vinna. Annað evnið er mentan, ið verður lýst sum fortreyt fyri tilvitandi samfelagsmenning. Onnur evni eru vitan sum fortreyt fyri demokratiskari menning, náttúran sum prýði og støði undir vinnuligum virksemi, fólkaheilsa og nýskipan.

Granskingarráðið er rættiliga nýggjur stovnur við egnum stýri og egnari fíggjarætlan. Tað tykist, sum hugsanin er, at hesin stovnur skal virka óheftur av politiska valdinum. Hetta er avgjørt neyðugt, tí granskingin eigur at vera fræls og óheft. Hinvegin verða ráðslimirnar valdir politiskt, so tað kann vera torført at síggja, hvussu politiskt óheftir hesir limir í roynd og veru eru. Hetta er nakað, sum bert má standa sína roynd. Tá hetta er sagt, má viðurkennast, at gransking er eitt sera týðandi øki í nútíðarsamfelagnum og eigur sostatt at verða bakkað upp av øllum politiskum flokkum.

Tað er bæði rætt og neyðugt at raðfesta, og flestøll munnu ivaleyst ásannað, at raðfestingarnar hjá Granskingarráðnum eru týdningarmiklar, áhugaverdar og viðkomandi. Flestøll munnu eisini ásanna, at tað er í tøkum tíma, at samfelagið satsar uppá gransking. Granskingarráðið eigur rós uppiborið fyri sítt útspæl. So fáa vit at síggja, um politikkararnir hava viljan at útvega tann neyðuga peningin, ið ivaleyst skal til fyri at hugsjón Granskingarráðsins skal kunna setast í verk.

Sosialurin