Oddagrein: Hækkið tykkara egna pensjónsaldur

Vit hava seinastu dagarnar hoyrt pol­it­ik­ar­ar og serfrøðingar ført fram, at loysnin fyri hald­førið í føroyska búskapinum er at hækka pen­sjóns­ald­urin. Hann skal hækk­a nógv, og hann skal hækka skjótt, siga ser­frøð­ing­ar­nir

Og so koma politikarar og siga, hvussu neyð­ugt tað er, at vit øll ofra okkum og ar­beiða nøkur ár eyka.

 

Tað merkir, at fleiri túsund føroyingar missa ta pensjón, sum teir hava slitið fyri alt lív­ið. Ítøkiliga merkir tað, at tann, ið er fødd­ur eftir 1. juli í 1957 skal rinda gildið við at ar­beið­a eitt hálvt ár eyka. Tann, ið er fødd­ur eftir 1962 skal gjalda við at arbeiða eitt heilt ár eyka.

 

Og tað er ikki nóg mikið, siga tey klóku nú. Pen­sjónsaldurin skal hækkast meira, og hann skal hækkast skjótari.

 

Men tað helt merkiliga við øllum hes­um er, at politikararnir sjálvir, sum taka hes­ar avgerðir, og vilja hava okkum øll at ofra okkum meira – teir skulu ikki gjalda. Tí pen­­sjóns­ald­urin hjá politikarunum hækk­ar ikki!

 

Eingin politikari hevur nevnt tað við ein­um orði, at »vit mugu ganga sum fyri­mynd og hækka okkara egna pen­sjóns­ald­ur«. Løgtingsfólk hava verðins bestu pen­sjóns­skip­an. Og sjálvandi hava tey tað, tí tey hava sjálvi gjørt hana! Og fólkið rindar hana!

 

Vanliga fólkið, sum eisini hevur rindað til sína egnu pensjón at fáa, tá tey fylla 67, mugu bíða. Tey fáa heldur ikki sínar egnu pengar, sum tey sjálv hava goldið, fyrr enn í fyrsta lagi eitt ár seinni, tí at Løgtingið hevur sam­­tykt tað.

 

Men sjálvi ofra tingfólk seg ikki meira fyri fel­ags­kassan. Tvørt­ur ímóti skulu tey varð­veita sína feitu pen­sjón, sum tey í summ­um før­um fáa, tá tey eru 60 ár, og í ring­asta føri mugu bíða við, til tey eru 67. Ikki 67,5 ella 68. Og tey skulu heldur ikki slíta í tí eitt heilt arbeiðslív fyri at fáa sína fullu pen­sjón, men bara í 16 ár.

 

Okkara boð til allar politikarar í Før­oy­um: Sópið fyri egnar dyr fyrst. Vísið at tit meina tað við fyrst at broyta tykkara egna pen­sjóns­aldur. Broytið lógina um sam­sýn­ing og eft­ir­løn tingmanna soleiðis, at eingin tykk­ara fær pensjón frá Løgtinginum, fyrr enn tit eru fylt 68 ár. Gera tit ikki tað, so meina tit tað ikki álvara, men vísa eitt óhugnaligt kradd­aralyndi heldur enn samhaldsfesti.

 

Ikki sørt at tingfólk hava gloymt, at tey eru fólksins tænarar – og ikki øvugt.