Í okkara føri er talan um, at Havnin veksur og veksur – og fólk flyta til Havnar úr øllum pørtum av landinum, men eisini úr útheiminum. Nógvir føroyingar, sum hava fingið sær útbúgving og arbeitt í øðrum londum, hava altíð eitt ynski um at flyta heimaftur, og tað merkir í flestu førum, til eitt lønandi arbeiði og til eitt umhvørvi, sum hóskar til teirra tørv.
Flest allir føroyingar eru samdir um, at vit eiga at menna landið alt og ikki bert einstakar partar av tí. Júst tað hava vit eisini gjørt, og tað er so eisini ein av orsøkunum til, at vit hava brúkt so nógvan pening til at betra um eitt nú undirstøðukervið, at vit byggja út heilsu- og eldraverkið, soleiðis at fólk kunnu vera verandi í síni heimbygd og heimbýi longst gjørligt osfr.
Men henda felags stevna eigur ikki at hava sum mál at forða fyri eini náttúrligari menning av høvuðsstaðarøkinum. Vit eru noydd til at góðtaka, at menningin ikki altíð kann og skal stýrast úr erva, eitt nú frá lokalpolitiskari síðu á løgtingi. Tað eru nøkur viðurskifti í øllum samfeløgum, sum gera, at tað ikki slepst undan eini miðsavnan, og har miðsavnan so sanniliga eisini er av tí góða. Henda veruleika mugu vit eisini góðtaka fer fram í Føroyum. So heldur enn at brúka orku uppá at forða fyri eini náttúrligari og neyðugari menning av høvuðsstaðnum eiga vit at brúka kreftirnar til at og fáa sum mest burtur úr henni samtíðis sum vit eisini laga hesa menning til, hvat er møguligt og skilagott at fremja kring landið.
Vit mugu ikki av berum lokalpolitikki drepa eina gullhønu. Vit hava brúk fyri at bjóða teimum mongu,ið fara av landinum at útbúgva seg og arbeiða, nakað gott at koma heimaftur til, og her er kjarnin, nakað, sum dregur og sum kann kappast við tað tey hava fingið boðið í útlandinum. Og her er og skal Havnin vera magnetin. Vit mugu ikki at spjaða alt sundur, so eingin tímir heim aftur, og vit mugu eisini hugsa størri enn Keypmannahavn sum ein kappingarneyti. Vit kappast sanniliga eisini við verðina uttanfyri Keypmannahavn. Vit kappast m.a. við Reykjavík, London og Geneve, haðani tveir ungir føroyskir akademikarar eru farnir hetta seinasta árið! Vit kappast við allan heimin, og við øktari globalisering tekur økta kappingin eisini dik á seg. Tí mugu vit steðga tosinum um at flyta stovnar higar og hagar. Tað ræður um at gera Føroyar attraktivar at koma aftur til. Tað eru tær ikki í dag, tí tað er heilt einfalt ov dýrt at liva í Føroyum. Tað verða tær enn minni forða vit høvuðsstaðnum náttúrliga at menna seg.
Sosialurin