Oddagrein·Hvat ger løgmaður!

Í dag ella í morgin fer løgmaður aftur til arbeiðis. Fremst á borði sínum liggur eitt álvarsmál, sum løgmaður at tosa nøkur álvarsorð um við sín varaløgmann. Hetta verður eingin behagilig samrøða.

Kann tað hugsast, at hon verður endabresturin hjá hesi samgonguni? Løgmaður hevur úttalað seg um skuldsetingarnar hjá Tórbirni Jacobsen og hevur sagt, at tær koma ikki at standa í leysari luft. Hvat løgmaður fer at krevja av sínum samgongufeløgum er óvist. Hann fer uttan iva at spyrja Hoydal, um hann var vitandi um skuldsetingarnar, áðrenn tær fóru á prent. Hoydal fer helst at svara, at tað er talu- og skrivifrælsi í Tjóðveldisflokkinum, og at hann sum formaður leggur seg ikki út í tað, sum tingmenn meina. Hann fer at endurtaka fyri løgmanni, at umrødda mál er eitt persónligt mál millum Tobba og løgmann. Áhugavert verður at vita, hvat løgmaður fer at svara og gera.

Í okkara verð er skuldsetingin móti løgmanni so grov og álvarslig, at hon má fáa avleiðingar fyri samstarvið millum Tjóðveldisflokkin og Fólkaflokkin. Løgmaður fer uttan iva at krevja av formanni Tjóðveldisfloksins, at flokkurin kemur við eini umbering og tekur avstand frá skuldsetingunum. Hoydal hevur víst seg at vera meistari í at ?loysa? slíkar kreppur og man hann tí eisini vera maður fyri at loysa hesa. Spurningurin er bara, hvat kann sissa løgmann. Er tað nokk, at flokkurin alment sigur frá, at hann tekur ikki undir við skuldsetingunum hjá Tobba? Fer løgmaður at krevja, at Tobbi sjálvur er við í hesi umbering? Fer hann at góðtaka, at Tobbi verður ?loystur? úr tingsessinum eina tíð og harvið ikki er partur av samgonguni meira?

Hvat løgmaður enn fyritekur sær, eigur hann at vita, at fólk hava lítið álit á eini samgongu, ið ein mánað eftir føðingina, er við at fara úr límingini. Løgmaður eigur eisini at vita, at fær hann ikki reinsað seg, fær hann ikki Tjóðveldisflokkin at koma við treytaleysari umbering, so verður tað eitt fólkakrav, at hann slítur alt samstarv við Tjóðveldisflokkin.

Tórbjørn Jacobsen leggur løgmann og ein landsstýrismann undir tað, ið líkist nøkrum kriminellum vil kendur advokatur vera við. Maðurin er ikki hvør sum helst. Hann er bæði løgtingsmaður og fólkatingsmaður. Tá hann dittar sær at koma við slíkari skuldseting, má hann eisini vera maður fyri at standa við henni og siga, hvat hon byggir á. Tobbi tykist annars at hava yvirtikið leiklutin, sum Óli Breckmann hevur havt í eina øld, nevniliga at hunddálka sínar samstarvsfelagar. Eins og vit hava talað at atburðinum hjá ÓB øll hesi ár gera vit tað eisini nú Tobbi tykist velja somu leið. Tað hevur einki við at skerja skrivi- og talufrælsið at gera. Tað hevur nakað við virðing og sømiligheit at gera. Málburður og álop av tí slag talan her er um byggir ikki nakað land, enn minni skapar tað nakað álit millum teir, sum samstarva skulu at byggja hetta landið.

Sosialurin