ODDAGREIN: Lesa ikki síni egnu uppskot

Næstsíðsta hósdag bjóðaði Tjóð­veldi til tíð­indafund, har tey løgdu fram nøk­ur týdn­ing­ar­mikil mál fyri fjøl­­miðl­ar­nar, sum skuldu leggjast fyri tingið.

Uppskotini snúgva seg um ymsar broyt­ing­ar í Stýriskipan Føroya. Ein broyting er um fólka­at­kvøðu, annur um nýtt løg­mansval eft­ir hvørt løgtingsval – og um al­menn­ar nevndarhoyringar, með­an tann triða broytingin snýr seg um betri møgu­leikar um alment innlit.

Hetta er trý sera áhugaverd og við­koma­ndi mál. Men tað tykist kort­ini ikki, sum um Tjóðveldi hev­ur lagt serliga stórt arbeiði í fyr­i­reik­i­ng­ar­nar til málið. Tá Gunvør Balle legði málið fyri tingið, greiddi hon mill­­um annað frá, at vóru hesi upp­skot galdandi lóg, so hevði ein fóka­at­kvøða kunna steðgað málinum um for­­skatt­ing av pensjónunum.

Høgni Hoydal var eisini sera frustr­­er­að­ur, tí tá hann kom á røð­ar­a­­pall­in, tímdi eingin at lurta eft­ir honum – hann tosaði so at siga fyri tóm­um tingsali.

Men tað er so nógv, sum bendir á, at tað ikki bara eru tey í Tjóð­veldi, sum var illa fyr­i­­reikað. Eisini sam­gongu­fólk, sum til dømis løgmaður og Helgi Abr­a­­ham­sen.

Eitt sindur pínligt er tað, at fram­søg­u­fólk Tjóðveldisins nýtir júst mál­ið um for­skatt­ing sum dømi um, hvat lógin kundi verið nýtt til. Tí í grein 1 stk. 6 í uppsotinum stend­ur soleiðis:

Uppskot til lóg um fíggjar-, løn­ar- og skattamál og lógir um út­inn­ing av galdandi millummlanda sátt­mál­um kunnu ikki leggjast til fólka­at­kvøðu.

Tað skjýtur grundgevingina hjá Gun­vør Balle niður. Eins og tað heldur ikki bendir á væl fyr­i­reik­að lóg­­ar­smíð hjá Tjóð­veldi, at tey ikki ein gang sjálvi kenna inn­i­haldið og av­leið­ing­ar av sín­um egnu upp­skot­um.

Men løgmaður og Helgi Abra­ham­sen hava heldur ikki fyr­i­reik­að seg upp á við­gerð­ina av upp­­skot­i­num, tí báðir nevndu, at hend­an lóg­i­n kundi havt steðgað lækk­ing­ini av blokk­stuðl­i­num úr Danmark í 2002.

Løgmaður segði soleiðis á Face­book miku­dagin:

»Lat meg geva Tjóð­veldi rætt í ein­um. Um vit høvdu minn­i­­lut­­a­­verju í 2002, tá blokk­ur­in varð skor­in í óð­um verk­um, so høvdu vit í dag havt 634 mió kr meira á inn­tøk­u­síðu lands­ins hvørt ár.«

Eitt sindur pínligt at síggja, hvussu tilvildarligt lógararbeiði á okkara høga tingi kann vera.