Hesar geva matstovum møguleika fyri at servera øl og vín úti umframt at loyva matstovum at keypa bílígari inn eitt nú vín. Tað er greitt, at hetta fer at lætta um raksturin hjá matstovum. Tað ger tað so eisini møguligt hjá okkum sjálvum og ikki minst ferðafólki, ið vitja her á sumri, at kunna sita úti og njóta eina øl ella eitt glas av víni.
Hetta er ein heilt náttúrligur útviklingur. Vil tú vera eitt nútímans samfelag, har ferðavinnan eisini hevur týdning, so er hetta eitt rætta vegin. Her er eingin orsøk til ótta, tí loyvishavararnir hava strangar reglur at ganga eftir. Verða tær ikki hildnar, kunnu teir missa loyvið. Broytingarnar í rúsdrekkalógini, sum eru gjørdar higartil, vísa eisini, at vit drekka minni av sterkum, tvs. at hóast lættari at fáa fátur á, so duga tey flestu hógv.
Vitandi at tað altíð vilja vera tey, ið eru harðliga ímóti einihvørjari liberalisering av okkara rúsdrekkaskipan, so má tað sigast at vera eitt djarvt stig av landsstýrismanninum at hava sett umrøddu kunngerðir í gildi. Eisini er valár, og tað er greitt, at ávísir flokkar og politikarar fara at gera sær dælt av hesi avgerð og vilja harta landsstýrismannin,
Sjálvandi eiga vit øll at lurta eftir Fyribyrgingarráðnum, tá tað vendir fingurin upp ella niður í slíkum málum. Sum vit hava skilt, heldur formaðurin í ráðnum tað ikki vera nakað til hindurs fyri, at tað verður skonkt úti eisini. Hinvegin heldur hann, at fer prísurin niður, so má hetta eisini síggjast aftur í færri skonkiloyvum. Um hetta er rætt ella ikki skulu vit ikki meta um. Tað er væl ein partur av tilgongdini, at vit sohvørt fáa eitt alment orðaskifti um hesi viðurskiftini. Vit eiga eisini at staðfesta, at liberalisering av rúsdrekkaskipanini hevur eisini eina slagsíðu við sær, tí tað eru tey, sum ikki duga sær hógv. Hinvegin mugu tað heldur ikki vera hesi, sum gera av, hvussu meirilutin skal og kann bera seg at. Vit mugu bara vóna, at Fyribyrgingarráðið við sínum góða setningi um alt við máta og við støðugt at vísa á vandarnar við at misbrúka rúsandi løg, fer at halda fram við sínum góða upplýsandi arbeiði.
Sosialurin