ODDAGREIN: Øll fáa lut í framgongdini

Tað vóru hugalig tíðindi, sum Hag­stov­an bar um, at útflutnignur Før­oya teir fyrsrtu 11 mánaðirnar í fjør vaks við 10 prosentum í mun til sama tíðarskeið árið fyri.

Serlga er tað alifiskurin sum er okk­ara størsta útflutnings­vøra, og eftir hana er tað upp­sjóv­ar­fisk­ur­in.

Eisini er tað áhugavert, at or­søk­in til vøksturin ikki er økt út­flutn­ings­nøgd, men øktur prísur.

Slík tíðindi bera boð um upp­sving í samfelagnum, og tað eiga vit øll at frøast um. At fleiri peng­ar verða tjentir inn í føroyska bú­skap­in kann geva øllum bú­skap­i­num tað spark­ið, sum skal til fyri at seta meira gongd á, go tí er tað av týdn­ing­ini, at vit nú duga at húsast á skyn­sam­asta hátt.
Men vit síggja ikki hetta upp­sving­ið í øktari nýtslu, sum vit áttu og feg­in vildu sæð.

Sambært stjóranum á Hag­stov­uni, Sigurð Poulsen, so kann or­søk­in vera, at fólk ikki reiðiliga tora at brúka pengar. Hann held­ur, at hetta kann vera tí, at fólk enn merkja av­leið­ing­ar­nar av krepp­uni. Onkur hev­ur sett seg fyri ov dýr set­húsa­lán og sita við húsum, sum hava minni virði í dag, enn keypsprísurin var. Onnur hava kanska gjørt íløgur á fíggj­ar­markn­að­inum, sum tey hava brent seg av.

Spur­n­ing­ur­in er so, hvussu vit fáa fólk at brúka fleiri pengar – utt­an tó at brúka yvir evni. Vit hava nógvar vinnur í Føroyum, bæði inn­an hand­il og tænastu, sum hava harð­liga brúk fyri størri eft­ir­spurn­ingi, og sum líða undir tí, tá sparingarnar vara ov leingi.

Her eigur samfelagið eisini sína upp­gávu. Lands­stýr­ið legði nógv fyri til tess at veita teimum hægru inn­tøk­u­num skattalætta. Hetta skuldi seta ferð á búskapin. Ein pá­stand­ur, sum ikki er prógvaður, og sum neyvan kann fremjast í verki utt­an so, at vanligi borgarin eisini fær skat­t­a­lætta.

Sam­gongan hevur tosað um skatt­a­lætta til tær lægru lønirnar, men enn er ikki greitt, hvussu hes­in skatt­a­lætt­in skal fíggjast. Skatt­a­lætt­in til hægru lønirnar verður fíggj­að­ur við forskattingini av pen­sjón­u­num – og soleiðis eru øll við til at fíggja – eisini tey, sum als ongan skatta­lætta hava fingið.

Tað verður so uppgávan hjá sam­gonguni at finna útav, hvussu hesin skatt­a­lættin skal fíggjast, so hann ikki verð­ur samtyktur í óðum verki beint áðr­enn valið.

Tað er at fegnast um, at tað gong­ur betur í samfelagnum. Av­bjóð­ing­in er tó, at øll fáa part í hesi fram­gongd.