Oddagrein: Móðir og barn í lívsvanda

Oddagrein

Tað var sum við barnakonu. Níggju mánaðir skuldu ganga, frá tí at samfeløgini í restini av heiminum komu við sínum kreppupakkum, áðrenn politiska skipanin í Føroyum kom við sínum uppskoti um ein kreppupakka ella vakstrarpakka, sum hann eisini verður nevndur.

 

Og verkirnir eru ikki av enn. Hóast níggju mánaðir eru lidnir, ganga fimm mánaðir afturat, áðrenn barnið kemur til verðina. Tað er neyvan serliga heilsugott fyri barnið, og við heilsustøðuni hjá mammuni í mentu, er eisini hennara lív í vanda.

 

Uttan iva eru fleiri góðir lutir í vakstrar- ella kreppupakkanum. Men tað er serstakliga merkisvert, hvussu stórur partur av pakkanum verður býttur út til teirra, sum ikki hava ráð at taka ímóti honum.

 

Niðurlagin av rentustuðlinum, avtøka av mvg-stuðli til sethúsabygging, avtøku av rentustuðuli til sethúsauppsparing og hækkan av partafelagsskattinum til fíggjargeiran hava tað ti lfelags, at øll átøkini raka tey, sum skulu seta búgv ella sum fyri kortum hava sett búgv. Og mótrokningin, sum nú verður framd móti pensjonistum rakar eisini meint hjá teimum, sum ikki hava alt ov mikið av tøkum pengini. Altso er talan um teir báðar samfelagsbólkarnar, sum brúka lutfalsliga størsta partin av inntøkuni til nýtsluvørur. Og tí gerst negativa árinið av hesum lutfalsliga nógv størri, enn um siktið varð sett øðrvísi. Tá muna tey bæði prosentini, sum verða løgd oman á skattin av háinntøkum, rættiliga lítið. Talan er í fyrsta lagi um sama bólk, sum longu hevur fingið lyfti um avsláttur í ALS-gjaldinum, sum ikki verður so samhaldsfast longur.

 

At enda er eisini serstakliga merkisvert, hvussu rangvørur politikkurin hjá ABC hevur verið. Seinasta skeiðið, sum samgongan sat, varð gjarðað út flestar vegir, samstundis sum búskaparsveiggini vóru einvíst positiv – og har landið tí heldur skuldi ført ein tálmandi búskaparpolitikk.

 

Nú verða skattalættar, stuðulsskipanir og annað, sum økir um peningaumferðina í samfelagnum, avtikið í stórari andsøgn til tað, sum búskaparfrøðin hevur mælt til seinastu hálvtannað hundrað árini ella so.