ODDAGREIN: Man fjøldin vera býtt?

Tað eru áhugaverd sjónarmið, sum sam­skip­arin í Sam­taki legði fyri dag­in á að­al­fundi hjá Før­oya Ar­beið­ar­a­fel­ag um vik­u­skift­ið. Sonja Jógv­ans­dótt­ir vón­ar ikki, at nakar lág­lønt­ur so mik­ið sum um­hugs­ar at velja nakr­an í hesi sam­gong­uni inn aft­ur á ting, tá ið løg­tings­val verð­ur aft­ur.

Hetta eru hørð orð – kanska. Men hetta er í øll­um før­um aðr­ir tón­ar enn tað, sum vit hava hoyrt frá fak­fel­øg­unum, síð­an hend­an sam­gong­an tók við.

Nógv er broytt í politikki. Kanska er tað tí ikki so løgið, at fyrrverandi javnað­ar­for­mað­ur­in ikki kennir pol­i­tikk­in aft­ur og skír­ir Aks­el V. Jo­­hann­­­e­sen og Høgna Hoy­dal fyri at vera sunn­u­dags­skúla­dreing­ir, so lítið sum teir bíta frá sær.

Og rætt hevur hann. Men saml­aða fak­fel­ags­rørsl­an hev­ur eis­ini stað­ið sum ryssa yv­ir deyð­um fyli hes­ar mán­að­ir­nar, tá sam­gong­an hev­ur skrykt grund­ar­lag­ið und­an lág­løntu fak­fel­ags­fólk­u­num í ó­lukk­u­mát. Eitt er skatt­a­lætt­in til tey ríku, ann­að er pen­sjóns­skatt­ing­in, sum er framd fyri at fíggja skatt­a­lætt­an til tey ríku – og sum nú eis­ini vís­ir seg at fara at kosta fak­fel­ags­lim­u­num dýrt, tí pen­sjón­in verð­ur nógv harð­ari skattað.

Nú kunnu vit hava ymsar á­ksoð­an­ir um pol­i­tikk og um fak­fel­ags­við­ur­skifti. Fak­fel­ags­rørsl­an hev­ur mist nógv síðstu ár­ini, og so­leið­is sum pol­it­ikk­ur­in nú verð­ur rik­in – og so­leið­is sum fak­fel­ags­rørsl­an til­lag­ar seg og góð­tek­ur pol­i­tikk­in, so máar hon alsamt støð­ið und­an sær sjálv­ari. Og tað kann ikki vera gott út frá einum fak­fel­ags­pol­it­isk­um sjón­ar­horni. Hugsa vit reint kap­i­tal­ist­iskt, so er tað út­merk­að við eini veik­ari og spjadd­ari fak­fel­ags­rørslu, sum gong­ur meira upp í at stríð­ast sín­a­mill­um held­ur enn at standa øksl móti øksl at tryggja vunn­in rætt­indi og at vinna nýggj­ar sigr­ar.

Men láglønti løntakarin vil eftir øll­­um at døma ikki seta hart móti hørð­um. Lágløntu fak­fel­a­gs­l­im­ir­nir halda tað vera í lagi, at tey ríku fáa skatt­­­a­lætta, og at tey lágløntu fíggja hann. Marg­in­al­skatt­ur­i­n hev­u­r ver­ið ov høg­ur, og hann skuldi niður. So sjálv­andi fór hann meira niður hjá teim­um, sum hava for­vunn­ið meira. So ein­fald­ur er boð­skap­ur­in hjá lands­stýr­inum, og tað halda nógv fak­fel­ags­fólk eftir øllum at døma vera í lagi.

Fakfeløgini liva í so máta upp til nið­ur­støðuna hjá klummuskrivara okk­ara, Høgna Djurhuus, sum í gjár fekk móðurmálsvirðislønina, tá hann sigur:

»at fyri tað um fjøldin er býtt, so kunnu politikararnir vera gløggir«.

Fólk­a­floksmenn hava í øllum før­um verið gløggir...