Oddagrein· Miðlahúsið letur dyrnar upp

Góðu lesarar og viðskiftafólk kring alt Føroya land.

Tað er nú hálvt ár síðani, at Sosialurin flutti av Argjum oman í Vágsbotn. Miðlahúsið í Tórsgøtu 1 gjørdist nýggi og spennandi karmurin um støðugt vaksandi virksemið hjá fyritøkuni.

Nýggja, rúmliga og ljósa umhvørvið í Vágsbotni er sjálvandi fyrst og fremst eitt stórt framstig fyri starvsfólkini, ið her hava fingið tær best hugsandi umstøður at virka undir.

Men hølini - hetta býarins hjartað - hava eisini stóran týdning fyri viðskiftafólkini og allar borgarar annars. Síðani farið varð undir at skipa fyri alskyns tiltøkum í hølunum er Miðlahúsið vorðið einki minni enn eitt fólksins hús. Miðlahúsið er "trykkprøvað" og hevur víst seg at hava staðið fyrstu royndina.

Tað er við hesi barlast og royndum, at vit nú seta út í kortið eitt nýtt og spennandi ár.

Hetta fer vónandi fyrst og fremst at vísa seg á teimum mongu miðlapallunum, sum Sosialurin og Miðlahúsið virka á í dag og fara at virka á í framtíðini.

Men tað fer so eisini at koma til sjóndar við teimum mongu tiltøkum, sum verða í 2006. Tað veri seg konsertir og fundir av ymsum slag. Eitt nú Trapputing við fyrilestrum og orðaskiftum. Tað hevur ikki verið vika hetta fyrsta hálva árið, at ikki okkurt fólksligt tiltak hevur verið í Miðlahúsinum. Og undirtøkan hevur verið stór.

Endamálið við hesum tiltøkum er fyrst og fremt at gera Miðlahúsið til eitt fólksins hús - til eitt livandi og mennandi forum til frama fyri bæði upplýsing, orðaskifti og mentan. Og tiltøkini verða so endurspeglað á mongu miðlapallunum í húsinum, soleiðis at ikki bert tey, sum eru við til tiltøkini, men eisini onnur, sum antin lesa blað ella fylgja við á internetinum, m.a. Portalinum, kunnu fylgja við.

Tað skal vera vón okkara, at fólk, feløg og felagsskapir kring alt Føroya land fara at gera brúk av Miðlahúsinum í komandi ári. Ringið til okkara ella sendið ein teldupost og leggið tykkara skilagóð hugskot fram og fáið okkara meting av teimum. So finna vit ein leist, sum hóvar øllum og sum tá kann vera við til at skapa áhuga og harvið menning.

Miðlahúsið hevur brúk fyri tær og tykkum - og vónandi hava tit brúk fyri Miðlahúsinum og okkum her virka. Saman og í felag kunnu vit fáa nógv gott av skafti til frama fyri flestøll.

Við hesum bjóðar Miðlahúsið tær at koma inn á gólvið at tosa við okkum um tiltøk í 2006.

Nú Sosialurin kemur í hvørt heim í landinum er tað m.a. fyri at geva tykkum øllum møguleika at vera við í okkara árligu jólakapping: "Jólakalendarin". Talan er eisini um eina "Kánus-kapping", og vit hava ta nýggjheit til lesararnar, at Sosialurin nú fer undir vælumtókta "Sudoko" spælið.

At koma út í hvørt heim í Føroyum gevur okkum so eisini høvi til at røkka teimum, sum í dag ikki lesa ella síggja blaðið. Fyllið út haldaralepan á síðu 24 og tit fáa blaðið sendandi restina av árinum.

Í dag kemur Sosialurin so út í hvønn krók í landinum. Mong lesa blaðið sum er. Vit síggja tó fegin, at uppaftur fleiri fáa hetta høvið, og tí hava vit avgjørt at senda tykkum hetta eina blaðið ókeypis. Tit kunnu so gera tykkum eina fatan av, hvat blaðið m.a. inniheldur. Vit vilja eisini fegin hava góð ráð frá tykkum um, hvat tit halda manglar í blaðnum. Sosialurin er og vil framhaldandi vera fólksins blað, fyri allar føroyingar likamikið hvar í landinum teir búleikast.

Tað, sum vit annars hava at bjóða uppá, er eitt sera fjøllbroytt, áhugavert og spennandi blað fimm ferðir um vikuna. Her eru vanlig tíðindi, tilfar um mentan og list, ítróttur, vinnusíður, orðaskifti og Tinghellur, navnatilfar og heilsanir, heilsusíða, Óli P, veðrið, vikuskiftið, í býin, bilar, lýsingatorg og hópurin av lýsingum fyri bert at taka nakað úr rúgvuni. Til útisetar kunnu vit bjóða Internetsosialin, og sjófólki okkara bjóða vit teldutøkan Skipssosial.

Sosialurin og Miðlahúsið ynskja við hesum Føroya fólki góðan lesihug.

Jan Müller, blaðstjóri