Oddagrein· Nýggjan flogvøll og ábøtur á verandi

Vit hava í áratíggjur kjakast um, hvar best er at leggja flogvøll í landinum. Lítið er at ivast í, at flogvøllurin í Vágunum ikki fer at nøkta tørvin í alla framtíð, og tí er skilagott at hyggja at nýggjum loysnum. Trupulleikin er, at tað eru á leið líka nógvar meiningar um, hvar flogvøllurin skal liggja, sum tað eru oyggjar í Føroyum.

Tað frægasta hevði verið at lagt seg eftir í komandi valskeiði at fingið eina breiða politiska semju um, hvar flogvøllurin skal liggja. Hetta eigur at verða grundað á, hvar hann liggur best tekniskt við bestu møguleikum fyri framhaldandi útbygging. Núverandi flogvølllur hevur ligið har, sum hann liggur í meiri enn 60 ár, og eingin grund er at halda, at ein komandi flogvøllur skal brúkast í eitt styttri áramál enn tað. Tí er altumráðandi at fáa bestu loysnina, púra óheft av lokalum ynskitonkum. Henda loysnin eigur at fremjast so skjótt sum møguligt. Hetta merkir, at komandi Løgting eigur at raðfesta hetta mál ovaliga , og so seta í gongd, tá semjan fyriliggur.

 

Hetta merkir tó ikki, at vit hava ein nýggjan flogvøll kláran um fá ár. Ein slík risaverkætlan krevur drúgt fyrireikingararbeiði og tekur langa tíð at byggja. Vit vita frá grannalondum, har flogvallir hava verið lagdir í sløttum lendi, at slík projekt taka ár. Tað verður ikki skjótari at gera ein nýggjan flogvøll í Føroyum, ikki minst tí, at tað finst so at siga ikki slætt lendi her.

 

Ein nýggjur altjóða flogvøllur í Føroyum er eitt 5-10 ára projekt. Flúgva noyðast vit ímeðan, og tí er ikki nøktandi at lata flogvøllin í Vágum liggja sum hann ger. Seinasta summar vísti, at við nógv øktu ferðsluni, er verandi útgerð ikki nøktandi, og tá tann nýggi flogvøllurin er fleiri ár frammi í tíðini, er neyðugt við ábøtum í Vágum. Tað ber til at tryggja ein eitt sindur betri regularitet í mjørka við eitt sindur av eyka útgerð. Við tí nøgdini av ferðafólki, ið ferðast um Vágarnar, er ein slík íløga ein góð íløga, sum betalir seg aftur fleiri ferð í tíðarskeiðnum, til vit fáa ein nýggjan altjóða flogvøll. At steðga við øllum ábøtum nú er at skjóta okkum sjálvi í fótin við framhaldandi at hava fløskuhálsin óneyðuga trongan í eini 5 til 10 ár afturat, til skaða fyri ferðavinnu, vinnulív og einstaka føroyinginum. Eingi tekin eru um, at flogferðslan fer at standa í stað tey næstu árini, og tí ber ikki til at sita hendur í favn og bíða eftir tí nýggja flogvøllinum.

 

Okkara ráð skulu tí vera at gera neyðugu ábøturnar á verandi flogvøll í komandi valskeiði, samstundis sum man samtykkir nýggjan flogvøll á objektivt besta staðnum. Vónandi hava vit so ein verandi flogvøll, ið nøktar tørvin eini 5 til 10 ár afturat, til vit kunnu taka ein nýggjan altjóða flogvøll í nýtslu, ið kemur at nøkta tørvin hjá komandi ættarliðum.

 

Sosialurin