Umsíðir verða stig tikin til tess at finna út av, hvør hevði ábyrgdina av stóra skædlinum í Eik Banka. Og tað er gott. Og tað er gott, tí fólkið í Føroyum hevur krav uppá, at ábyrgd verður plaserað, tá ið avgerðir, ið nakrir fáir persónar taka, fáa so álvarsamar avleiðingar fyri so nógv fólk og so nógv vinnuvirki – og á allan tann føroyska samfelagsbúskapin.
Og so kunnu vit skylda upp á danskt fíggjareftirlit og eina vánaliga føroyska skráseting. Men tað broytir ikki tann veruleika, at stóri og sterki og gamli Sparikassin varð koyrdur á heysum av nøkrum persónum – sum við ivasomum avgerðartilgongdum – sótu báðum megin borðið.
Ísland varð ofta tikið fram sum fyrimyndin – og flent varð eftir konservativu føroyingunum – og serliga eftir Jørn Astrup Hansen og hansara leiðsluhátti í Føroya Banka. Øðrvísi var við slipsadreingjunum í Eik Banka, sum tordu næstan líka væl sum íslendingar. Tíbetur eru vit eitt sindur trek í Føroyum, og tí fekk »íslandifiseringin« ikki rættiliga fótin fyri seg. Men tó so, Eik Banki fór so, og onkrar aðrar gamlar kempur eru falnar eisini, tí øll annars fornuftig fyrilit vórðu slept.
Nú er tað so Fíggjarligt Støðufesti, sum hevur latið eina kanning gjørt av bankanum. Landsstýrið og løgtingið hava einki gjørt – ikki tað minsta petti – til tess at finna út av hesum. Og Føroya fólk og gomlu partaeigararnir í Eik Banka hava bara kunnað staðið og ypt øks, meðan nevdin lat stjórarnar fara til hús við fleiri milliónum í lummanum.
Er tað nakað, sum skríggjar av inkompetansu, so er tað ein nevnd, sum ger slíkt. Man koyrir ein banka á heysin – og so verður man premieraður við fleiri milliónum! Tað kann vera, at soleðis gjørdu íslendingar og soleiðis gera kraddarastjórar í Danmark. Men tað ger tað ikki rættari, og um fólk, sum við ábyrgd eru vald at umsita pengar hjá øðrum ikki skija tað við góðum, so má tað gerast við hørðum. Hvat skulu tey siga, sum lótu seg lokka at konvertera dóps- og konfirmatiónspengarnar til nú virðisleys partabrøv í Eik?
Nú skal sjálvandi ansast eftir, at talan ikki verður um eina heksajagtstran. Men tað er bæði moralskt, etiskt og samfelagsliga fullkomiliga óforsvarligt, at eitt slíkt mál ikki verður kannað í odd og egg.
Ábrygdin skal sjálvandi plaserast. Fólk, sum hava so stóra ávirkan á ognarlutir hjá øðrum – og á alt samfelagið og allan samfelagsbúskapin, tey skulu vera kompetent og vísa ábyrgd. Tey skulu ikki bara sita og taka ímóti feitum nevndarpengum og sita sum nikkudukkur hjá ábyrgdarleysum leiðslum.
Eik er eitt skrekkeksempul, sum allar nevndarleiðslur eiga at læra av!