Tónleikur er eitt heilt egið mál, ið talar sera sterkt til okkara. Hetta eru miðlarnir eisini farnir at leggja merki til, og plássið, ið tónleikalívið fær bæði á alnet-, í prentaðu- og loftmiðlum er alsamt vaksandi.
Føroysku fjølmiðlarnir hava fingið ein virknan leiklut í tónleikalívinum. Hetta verður gjørt við stuðuli til eitt nú festivalarnar, men eisini við at verða beinleiðis fyriskipari av tiltøkum. Bæði í Norðurlandahúsinum og á Hotel Føroyum vóru tað fjølmiðlar, ið skipaðu fyri.
Tað var eisini serliga gleðiligt at síggja, hvussu virknan leiklut Kringvarpið hevði hetta vikuskiftið. Leygarkvøldið sendi manningin í Studio Pegasus beinleiðis av Hotel Föroyum, og sunnukvøldið varpaði útvarpið frá konsertini í Norðurlandahúsinum. Hetta gav øllum føroyingum høvi at sleppa við á hesi forkunnugu tiltøk. Men eisini skrivandi miðlarnir vóru væl umboðaðir.
Tað skerst ikki burtur, at føroyskur tónleikur er á eini aldu, við nøvnum sum Teituri, Eivør, Týr, Lenu og Guðrun, ið royna seg uttanlanda. Her er Eivør í løtuni ein sonn sólskinssøga, hon vann Planetina sum besta songkvinna leygarkvøldið, spældi herfyri í einum fyltum Mozart sali í Wien, og so er hon í uppskoti til seks av teimum tólv heiðurslønunum á Danish Folk Music Awards. Tað er eingin ivi um, at føroysku tónleikararnir eru okkara bestu umboðsmenn í útheiminum.
Útlendsku gestirnir á Planet Awards viðmerktu um høga støðið á føroyskum tónleiki. Serliga var tað bólkurin, ið vann heiðurin besti føroyski bólkur á Planet Awards, 200, ið sannførdi tónleikararnar úr Nephew, D.A.D. og Johnny Deluxe. Men eisini GBOB vinnararnir úr Marius fingu rósur. Jesper Binzer úr D.A.D, varð somuleiðis so bergtikn av fløguni hjá Deja Vu, at hann ognaði sær hana. Tillukku til allar vinnararnar og eydnuynski til tónleikin í Føroyum.
Sosialurin
.