Nú er tónalagið millum andstøðu og samgongu nógv harðnað í vetur. Hetta kann standast av ymiskum viðurskiftum. Ein orsøk er ivaleyst ein støðugt og skjótt vaksandi frustratión í Tjóðveldisflokkinum yvir at vera uttan politiska ávirkan á dagliga politikkin. Flokkurin, sum í seks ár hevði meira vald, enn nakar einstakur flokkur áður hevur havt, tykist nú vera heilt uttanfyri politiskt vald. Floksleiðslan sær fyri sær gamla ræðslusenariið frá tíðini fyri 1974, tá flokkurin slapp inn í politiska hitan hjá Javnaðarflokkinum og Fólkaflokkinum. Hetta var oyðimarkartíðin, sum eldri tjóðveldisfólk minnast hana.
Men so kom vend í, og flokkurin valdi at vinna sær ávirkan á dagliga poltikkin. Alt ella einki linjan varð slept. Tjóðveldisflokkurin vísti tá skjótt, at hann var bæði stjórnarduguligur og stjórnarsinnaður. Við tveimum framúrskarandi landsstýrismonnum, Finnboga Ísaksson og Peturi Reinert, vann Tjóðveldisflokkurin sera stóra virðing og og kundi vísa á stór úrslit, serstakliga á útbúgvingar- og fiskivinnuøkinum. Postverkið varð, undir hegnisligu leiðslu Finnboga, yvirtikið og gjørdist ein verulig sólskinssøga. Strandferðslan somuleiðis nútímansgjørd undir somu leiðslu við sama góða politiska handalagi og stórum dirvi. Hetta skeiðið gjørdist eisini støðið undir álitisfullum, loyalum og góðum samstarvi millum Javanaðarflokkin og Tjóðveldisflokkin. Hesi góðu viðurskifti vardu, til ættarliðskiftið hendi í Tjóðveldisflokkinum. Við hesum ættarliðsskifti fór flokkurin aftur til hitt gamla lagið at meta Javnaðarflokkin sum aðalfíggindan. Tónin frá fimtiárunum kom inn aftur í føroyskan politikk. Týðuligast kom hetta til sjóndar, tá ið Javnaðarflokkurin varð settur uttan fyri fullveldissamgonguna, hóast flokkurin í sjálvstýrismálinum varð sinnaður at fara nógv longur enn t.d. Sjálvstýrisflokkurin, sum slapp inn í hitan. Politiska oyðimørkin varð ætlað Javnaðarflokkinum. Men so gekk alt jú øðrvísi av orsøkum, sum vit lata liggja her.
Tað er møguliga við hesum baksýni, ið ein skal meta ta politisku hólmgongu, sum nú leikar á millum løgmann og formann Tjóðveldisfloksins. Javnaðarflokkurin setti fót fyri fullveldisætlanini. Henda tilgongd er endað við yvirtøkulóg og uttanríkispolitiskari heimildarlóg, sum hava sett okkum aftur um heimastýrislógina! sigur formaðurin. Um henda myndin er røtt, er sera ivasamt. Tað kann við góðum grundum verða spurt, um tað er rættvíst at gera Javnaðarflokkin til syndaran. Hvat er samtykt við hesum báðum nevndu lógum, sum ikki longu frammanundan varð skitserað í Tvøroyararskjalinum? Hvat er so nógv øðrvísi enn tað, sum fullveldissamgongan sjálv var í ferð við at fremja? Valla nakað uttan tær vanlukku ymisku viðmerkingarnar til ávikavist føroysku og donsku heimildarlógirnar. Men tað er í og fyri seg nóg mikið. Hetta er ikki nóg gott lógararbeiði. Ein lóg, sum eftirfylgjandi gevur so nógvar tulkingarmøguleikar orsakað av mótstríðandi viðmerkingum, er ikki nóg væl úr hondum greidd. Tað má bara ásannast, at her hava umsitingarnar og ráðgevingarnar hjá løgmanni eins og hjá forsætisráðharra sovið í tímanum. Sama er um løgting og fólkating at siga. Hinvegin er lógarteksturin greiður. Føroyar hava heimildirnar og sjálvsavgerðarrætturin er staðfestur. Eftir stendur tað sera ófantaliga tónalagið millum flokkarnar, sum hvørki gagnar fólkaræði ella samstarvi. Her eigur onkur at taka annað skinn um bak, at endurskoða bæði strategi og taktikk og at fara undir konstruktivan andstøðupolitikk. Hendir hetta ikki, bíðar politiska oyðimørkin enn einaferð fyri framman. Tað gagnar ongum heldur ikki føroyskum fólkaræði sum heild.
Sosialurin
(