Tað var ein kollvelting til tað verra, tá samgongan valdi at forskatta pensjónirnar fyri at fíggja skattalættan til hægru inntøkurnar.
Men okkum nýtist ikki altíð at fara um ánna eftir vatni – og tann djúpa tallerkin hava vit longu uppfunnið við skipanini, sum landsstýrissamgongan millum Javnaðarflokkin og Fólkaflokkin setti í verk í 1991, tá hesir báðir flokkar samtyktu lógina sum Arbeiðsmarkanaðareftirlønargrunnin, vanliga nevndur Samhaldsfasti.
Í tíðargrein í blaðnum í dag skjóta Aksel V. Johannesen, formaður Javnaðarfloksins, og Rigmor Dam, løgtingskvinna, upp, at í staðin fyri at útbyggja Samhaldsfasta so hann verður almenna pensjón føroyinga.
Tey føra fram, at fólkapensjónin í dag fyllir um hálva milliard á løgtingsfíggjarlógini. Tí skjóta tey upp, at fólk í staðin skulu rinda væl meira inn í Samhaldsfasta, og at skatturin minkar tilsvarndi. Í dag gjalda vit 1,75 prosent í Samhaldsfasta. Hetta mæla tey til at hækka upp í 7,5 prosent. Tað merkir, at fólk rinda 5,75 prosent meira til Samhaldsfasta og at skatturin lækkar við somu upphædd. Fyri arbeiðsgevaran merkir tað, at hann skal rinda 5,75 prosent meira, men tað verður ein samráðingarspurningur, eins og við loysnini hjá landsstýrinum, sum er upp á 15 prosent tilsamans.
Soleiðis fáa vit eina pensjón upp á 12.000 krónur um mánaðin til øll, sum tryggjar øllum eitt virðiligt lívsstøði.
Skipanin við Samhaldsfasta er so einføld, hon kostar 500.000 krónur í umsiting um árið. Men her er tað helst, at áhugamálini helst renna saman:
Onkur vil heldur, at tryggingarfeløg og bankar skulu skora kassan – og at slík fólk skulu sleppa at skalta og valta við okkara pengum, sum vælløntir tryggingarstjórar kunnu spæla við og seta í váða í ivasomum íløgum uttanlands.
Hetta kunnu vit seta uppímóti tankanum um, at hvør króna vit gjalda, so at siga, fer til pensjón til pensjónistar. Tað mátti í sær sjálvum verið eitt virðiligt endamál.