Oddagrein:Privatisering

Orðaskiftið um einskiljing ella privatisering, sum tað eitur á føroyskum, er ikki sørt merkt av naiviteti. Eitt er heimurin, sum man vil hava, at hann skal síggja út, og eitt annað er so heimurin, sum hann veruliga sær út


Tað er gleðiligt, at Tjóðveldisflokkurin meldar út við, hvørji øki ikki skulu privatiserast. Trupulleikin er, at tosið um tænastustøði ljóðar eitt sindur innantómt, tá vit kunnu konstatera, at almenna tænastustøðið er fallið í hesum valskeiðnum. Postur verður ikki borin út leygardag longur, og vit skulu betala brúkaragjald av einum landsvegastubba. Skriftin stendur longu á vegginum.

Tað, ið man saknar í orðaskiftinum, er søguligt baksýni. Miðfyrisitingin er spildurnýggj, og hennara sterka síða er ikki at seta seg inn í, hvat er farið fram áðrenn 1996. Viðhvørt kann man misteinkja hesa umsiting fyri at ganga útfrá, at eingin hevur tosað um privatisering ella útlisitering fyrr. Telefonverkið útlisiteraði installatiónsarbeiði longu í 1973. Privatir lastbilar hava koyrt fyri Strandferðsluna í 80?unum. Strandferðslan hevur yvirtikið skip og bussar frá privatum, antin tí hesir ikki kláraðu sínar skyldur ella ikki megnaðu at endurnýggja tólini. Tá man nú sær útlisitering av eitt nú flogrutuni, so eigur ein at minnast til, at tað bert eru fá ár síðani, at tað almenna mátti yvirtaka rutuna.

Søguliga hevur landið staðið við endan, tá alt skramblar saman. Argumentið um at minka um váðan heldur ikki, tí landið átti einki í bankunum, men stóð eftir við rokningini. Eitt bankakollaps hendir neyvan aftur, men um tað ger, sum tað t.d. hendi í Norra fyri nøkrum árum síðani, hvør stendur so við rokningini? Hvat ger landið, um ein bussur fer fallitt, soleiðis sum vit mangan hava sæð tað fyrr? Niðurleggur rutuna? Nei, sjálvsagt ikki. Hvat so?

Tað hevði kanska verið skilagott av selt partar av eitt nú Føroya Tele og Føroya Banka. Hetta hóast argumentið, at fyritøkur verða betur stýrdar privat, er eitt sindur tunt í føroyskum sambandi, tá vit hugsa um Sjóvinnubankan, Føroya Banka, Fiskasøluna og virkini sum í dag eru Fiskavirking. Alt fór á heysin undir privatari leiðslu fyri bert 10 árum siðani, og landið tók um endan. Hetta var ein neyðloysn og ikki úrslit av einari ætlaðari nationalisering.

Tað er líka óseriøst at verða konsekvent fyri allari privatisering, sum tað er at verða konsekvent ímóti allari privatisering. Alt má kunna diskuterast ? marknaðarkreftirnar klára ikki alt, hóast fólk tykjast halda tað eftir at hava havt framgongd í skallut 7 ár.

Sosialurin