Tá vit hugsa um, at landsmenn norðanfyri kunnu koma fram í meginøkinum í bili nátt sum dag, og tá vit hugsa um, at 85% av landinum nú eru eitt fastland, so kunnu suðuroyingar ikki hjálpast við tí næstbesta. Teir skulu heldur ikki hjálpast við tí næstabesta. Tað vil við øðrum orðum siga, at suðuroyingar skulu hava ta bestu skipaloysina, sum gevst við tí tøkni, ið er til taks. Tey, sum siga, at skipið er ov stórt, eiga at hugsa um hetta. Hetta merkir so aftur, at skipið er ikki ov stórt. Skipið hevur ta stødd, ið trygd og komfort krevja í dag, og hetta er alt samalt suðuroyingum vælunt.
Nakað annað er, at skipið er so stórt og gongur so skjótt, at tað kundi verið nýtt til gleði fyri onnur enn suðuroyingar, tá tað kortini liggur við bryggju. Hví ikki gera rundferðir innanoyggja um summarið, so fólk aftur kundu sloppið at uppliva landið frá sjósíðuni umborð á hesum einastandandi fari? Tað hevði borið væl til millum túrarnar. Og hví ikki ein túr til Skotlands um vikuskifti? Og hví ikki nú fara king landið og vísa skipið fram? Hetta skip er ogn hjá okkum øllum, og vit øll eiga at vera stolt av tí. Tí vildi tað verið eitt gott stig, um leiðslan á SL fór kring landið at vísa skipið fram.
Tey, sum planløgdu og fyrireikaðu nýggja Smyril, vóru framskygd og skipið livir upp til tey krøv, ið Suðuroyingar og vinnulívið í oynni eiga at kunna seta og hava rætt til at seta í dag. Tað er lítið at ivast í, at við øktu og bøttu møguleikunum fara fólk at ferðast meira. Smyril er tí ein góð íløga, sum støðan er nú, men sum frálíður eiga myndugleikarnir at fara undir at kanna møguleikarnar fyri føstum sambandi til Suðuroyar. Við hesum fara vit at fegnast um, at fólk norðanfjørðs sluppu at heilsa nýggja Smyrli og fara enn einaferð at ynskja suðuroyingum og annars øllum tilukku við nýggja farinum. Hóast Suðuroyingar siga: "Okur eiga Smyrol", so siga vit: Allir føroyingar eiga Smyril. Og hann er einki minni enn ein tjóðskaparligur stoltleiki.
Sosialurin