Oddagrein· Sølan av Sosialinum og journalistiskt handverk

Í morgin verður tað ein vika síðani, at tað varð alment, at Sosialurin varð seldur. Í tíðindaskrivi varð boðað frá, at leiðslan, starvsfólkini og Føroya Tele høvdu keypt. Seinnapartin fríggjadagin var móttøka, og síðani hava vit hildið fram við fullari orku við at fyrireika okkum til framtíðina.

Í løgtinginum varð mikudagin spurnartekin sett við leiklutin hjá Føroya Tele, nú teir hava keypt triðingin av Sosialinum. Partafelagið Føroya Tele, sum virkar við ábyrgd yvirfyri partafelagslógini, er væl og virðiliga ført fyri at verja seg sjálvt móti skuldsetingum og illgitingum.

Á Sosialinum vekir handfaringin av søluni í øðrum miðlum hesar seinastu dagarnar stóra undran, og vit standa spyrjandi. Gamaní eru vit kappingarneytar við bløð og loftbornu miðlarnar. Men tað eigur ikki at vera orsøk til, at journalistiska handverkið og øll prinsippir í góðum fjølmiðlasiði verða blakað fyri borð í ógrundaðari roynd at seta Sosialin og eigaraskiftið í óvanliga ringt ljós.

Orðaskifti var í Løgtinginum mikudagin. Tað vóru tey, sum sóu trøll á alljósum degi og sammettu handilin við Sosialinum við støðuna á italska miðlamarknaðinum. Hetta er álvarslig skuldseting, men politikararnir mugu hava loyvi at hava sínar meiningar. Í tinginum varð Sosial handilin lýstur og viðgjørdur frá fleiri síðum. Orðaskiftið var hvast. Umframt omanfyri nevndu súru útsøgnir og illgitingarnar vóru tað tey, sum ikki dugdu at síggja trøllini og heldur vardu stigið at selja blaðið og sóu nýggjar møguleikar og avbjóðingar fyri føroyska fólkaræðið í hesum.

Hetta síðsta er í okkara verð so sjálvsagt. Politiski viljin er, at útvarpið og sjónvarpið skulu leggjast saman í Kringvarpið. Í júst hesum veruleikanum eigur tað at vera týdningarmikið og alneyðugt, at aðrir miðlar verða styrktir soleiðis, at møguleikarnir fyri kapping á miðlamarknaðinum verða betri. At aðrir rópa upp um italskar tilstandir kann ikki annað enn takast sum staðfesting av, at ætlanin framvegis er at halda fram við illgitingunum og jagstranini av Sosialinum, sum somu persónar hava verið partur av undan eigaraskiftinum. Tey um tað.

Public service útvarpið lýsti orðaskiftið um fyrispurningin í tíðindunum mikukvøldið. Hátturin, sum tíðindini vóru viðgjørd, var so langt frá góðum fjølmiðlasiði, sum tað ber til at hugsa sær. Teir, sum bóru hørðu ákærurnar fram, og teir, sum vóru ivasamir, fingu mikrofonina fyri seg sjálvar. Hin partin hoyrdist einki til, og tíðindakvinnan ómakaði sær ikki at skoyta uppí, at tað vóru ymiskar meiningar um henda spurningin.

Vit undrast og spyrja, hvar góða handalagið og handverkið, sum tey í útvarpinum eiga, bleiv av. Hvat var motivið aftanfyri innslagið, og hvønn er tað, útvarpið rennur ørindi fyri?

Mikukvøldið hevði Dimma grein á forsíðuni um hetta sama málið. Henda forsíðusøgan eigur at vera gott dømi um hjá teimum, sum læra til tíðindafólk, hvussu grein ikki skal fyrireikast og skrivast. Eingin kelda varð upplýst, og greinin var full í faktuellum skeivleikum. Seljarin var ikki spurdur, og keyparin var ikki spurdur. Góða handverkið og vanligi fjølmiðlasiðurin vóru løgd til viks. Vit undrast og spyrja hvat motivið var aftanfyri greinina, og hvønn tað er, Dimma rennur ørindi fyri?

Ei undur í um lesarar og lýsarar undrast og standa spyrjandi, tá ið teir síggja og hoyra allar hesar røvarasøgurnar frá teimum, sum annars plaga at duga sjálvsagda journalistiska handverkið. Sosialurin hevur ongantíð verið lýtaleysur, og tað verður hann neyvan. Men tað verður hildið fram við at menna blaðið, og eftir søluna eiga fyritreytirnar fyri støðugt betraðum blaði og øðrum miðlatiltøkum at vera uppaftur betur. Meðan starvsfelagar okkara gera journalistisk sjálvmál, undrast vit og arbeiða víðari. Tað er ikki sørt, at orðatakið Man merkt die Absicht und wird verstimmt, rennur fram í hugan. So vánaligt frágingið handverk eigur ikki at verða latið av hondum av so dugnaligum journalistum!SOSIALURIN