Vit vita longu nú um nógvar av teimum trupulleikum og um nógv av teimum viðurskiftum, ið elva til vánaligu støðuna í fólkaskúlanum. Ein tann størsti trupulleikin er t.d. ófriður og órógv. Hetta stendst ikki bara av, at lærarar ikki megna at gera undirvísingina spennandi og viðkomandi. Hetta hevur nakað at gera við, at skúlalóg og lesiætlanir ikki seta nóg stór krøv til næmingarnar, at tilfar er ikki tókt. Men hetta óskil hevur eisini sín uppruna í heimunum, har børnunum heldur ikki verða sett krøv. Børnum mugu setast mørk úti sum heima. Sostatt eru í bert hesum eina dømi fleiri um ábyrgdina. Sama kann vera sagt um aðrar trupulleikar so sum heimaarbeiði, uppmøting og krøv um fakligar førleikar.
Nú er at fara til verka og gera nakað við teir trupulleikar, sum vit uttan víðari kenna. Teir kunnu so at siga verða rættaðir her og nú t.v.s við hóskandi broytingum í fólkaskúlalógini fyrst í komandi tingsetu. Her eigur ikki at verða drálað! Vit hava nú skilt, at umfatandi broytingar longu eru á veg í læraraútbúgvingini, og hetta er sera gott og vísir hetta, at avvarðandi myndugleikar hava sýnt vilja til at bøta um støðuna. Latið okkum fáa hesa broytingar á borðið, so vit fáa ein uppdateraðan læraraskúla. Grannalond okkara hava longt um læraraútbúgvingina, og tað eiga vit eisini at gera. Hetta, at Danmark ikki fremur slíkar broytingar, eigur ikki at halda okkum aftur. Tað hevur verið róð uppundir, at vit skulu lata útlendskar serfrøðingar kanna allan skúlaskapin. Tað kann vera gott og væl, men vit hava fyri tað fyrsta ikki tíð at bíða eftir slíkum kanningum fyri tað annað kenna vit flestu trupulleikarnar og fyri tað triðja áttu slíkar kanninghar fyri alt tað at verið gjørdar fyri árum síðan. Hartil kemur, at vit við PISA hava eina altjóða kanning, so er at nýta hana. Verður sæð burtur frá teimum baklóku, sum undir slíkum umstøðum vanliga stíga fram og við hevjaðum fremstafingrum og við ikki sørt av skaðafrøði gera sær dælt av hesi syndarligu støðu, so hevur kjakið verið gott, mennandi og skuldi givið øllum avvarðandi góðan íblástur at fara til verka.
Sosialurin