Í røðu síni gjørdi Kofi Annan serstakliga vart við støðuna hjá børnum og ungum í Afrika. Herviligar sjúkur, fátækt, analfabetisma og hungur eyðkenna gerandisdagin hjá fleiri milliónum av børnum í hesum parti av heiminum. HIV og eyðkvæmi herjar at kalla øll lond sunnan fyri Sahara, og milliónir av børnum eru vorðin forledraleys ella eru í stórum vanda fyri at gerast foreldraleys. ST og ríki heimurin hava megnað lítið móti teimum ómetaligu trupulleikunum, sum eyðkenna serstakliga Afrika sunnan fyri Sahara. Heimssamfelagið og serstakliga ST má skjótast koma við eini atgerðarætlan til tess at basa hesum ómetaligu trupulleikum. Tað ber ikki longur til bert at lata til standa og sita hendur í favn, meðan trupulleikarnir bara standa við og versna.
Ein fylgja av trupulleikunum er sum altíð politiskur ófriður ella beinleiðis kríggj og borgarakríggj. Oman á trupulleikar av fátækt, heilsu og tørvandi útbúgving koma nýggjar hóttanir sum umhvørvistrupulleikar og átrúnaðarlig fundamentalisma. Islam stendur sterkt í stórum pørtum av Afrika og eru fundamentalistar nú av álvara farnir at gera um seg í hesum heimsparti. Í Somalia er nú borgarakríggj, ið er við at breiða seg til grannalondini, sum leggja seg út í hetta stríð. Tað er væl hugsandi, at fundamentalisman og intoleransan fara at breiða seg til øll afrikansk lond við muslimskum trúarsamfeløgum. Hetta er ein sonn marra, sum serstakliga vesturheimurin als ikki fyriheldur seg til, alt meðan nýggja búskaparliga stórveldið Kina ger sær dælt av støðuni. Í øllum hesum hurlivasa tykist, sum ST og heimurin hava gloymt børnini í Afrika, sum onga framtíð hava uttan eitt stutt lív í fátækdømi og elendigheit. Vónandi fær áheitan Kofi Annans heimin at rakna við og taka ábyrgd.
Sosialurin