So sigur man farvæl og takk og fer onkra aðrastaðni at prenta. Soleiðis at man kann upptrekkja eina skuld og skylda aðrastaðni aftur. Hetta burdi faktiskt verið ólógligt!
Orðini eigur Christian Nagata, stjóri á Prentmiðstøðini í Degi og Viku í gjár.
Stjórin á Prentmiðstøðini noktaði í gjár at prenta Dimmalætting, tí at skuldin var ov stór. Blaðið hevur ikki rindað sambært galdandi gjaldstreytum.
Ein herferð móti Dimmalætting, sigur Árni Gregersen, sum eisini førir fram, »at tað er alt ov dýrt at prenta á Prentmiðstøðini«.
Prentmiðstøðina stovnaðu Sosialurin og Dimmalætting í juni í 2000. Tað var eitt stórt framstig, at báðar rotatiónspressurnar í landinum kundu leggja saman, eftir at eitt ættarliðsskifti á Dimmalætting gjørdi hetta møguligt. Dimmalætting átti 66 prosent og Sosialurin 34.
Prentmiðstøðin varð útbygd, so sum ráðini vóru, og vórðu prentprísirnir settir soleiðis, at hetta skuldi bera til. Ætlanir vóru enntá um at byggja nýggjan bygning á Sandvíkarhjalla, men hetta varð av ongum, tá kreppan nærkaðist.
Men í 2008 fóru tey á Dimmalætting í spanderibuskurnar og keyptu bæði Vinnuvitan og VikuBlaðið. Nú skuldi Prentmiðstøðin útbyggjast, so hon kundi prentað gamla VikuBlaðið upp á 64 síður í litum. Men áðrenn útbyggingin var liðug, fóru bæði VikuBlaðið og Vinnuvitan á heysin.
Sum meirilutaeigari í Prentmiðstøðini var tað Dimmalætting, sum ráddi. Dimmalætting ráddi eisini, tá prísir vórðu ásettir – og Dimmalætting ráddi eisini, tá prísirnir ikki vórðu lækkaðir.
So tá Árni Gregersen sigur, at tað er ov dýrt at prenta bløð á Prentmiðstøðini, so er tað tí, at hann sjálvur hevur avgjxørt, at Prentmiðstøðin skuldi útbyggjast og moderniserast. Hann hevur sjálvur gjørt av, at prísirnir á Prentmiðstøðini ikki skuldu lækka.
Í 2010 fór Dimmalætting á heysin. Eigararnir mistu alt tey áttu, sum fá ár frammanundan var vert oman fyri 30 milliónir krónur. Eyðfinnur Reyðberg keypti blaðið, meðan kreditorar fóru avstað við øllum ognunum. Harímillum Prentmiðstøðini, sum Nema nú eigur 66 prosent av, meðan Sosialurin framvegis eigur síni 34 prosent.
Trupulleikin er, at Dimmalætting ikki rindar fyri sínar tænastur. Øll bløð hava somu treytir á Prentmiðstøðini. Tí er tað ein stórur trupulleiki hjá okkum øðrum, sum royna at reka eina seriøsa forrætning, har vit gjalda fyri tær tænastur, vit fáa.
Tað er ikki ein seriøsur miðil. sum letur onnur gjalda rokningina!