ODDAGREIN: Sjálvandi skal alt fram

Fríggjadagin varð greitt, at lands­stýr­­i­s­­mál­­­a­nevndin hjá løgtinginum fer at seta ein kanningarstjóra, sum skal kann viðurskiftini viðvíkjandi máli­num um Skálafjarðartunnilin – leik­ulin hjá landsstýrismanninum í inn­­lend­is­mál­um og leiklutin og eftirlitsskylduna hjá løgmanni.

Tað var stórur ivi framm­an­und­an, um lands­stýr­is­mál­a­nevnd­in fór at virka sum ein for­longd­ur arm­ur hjá báðum front­u­num í ting­i­num, andstøðu og sam­gongu. Um so var, so varð úrslitið kent framm­an­und­an, tí so varð eing­i­n kanning sett í verk.
Lands­stýr­ism­anna­n­evnd­in er mann­­að við tingmonnum – ein­um úr and­­støðu og tveim­um úr sam­g­ongu. Men Eivin Jacobsen úr Sam­bands­­flok­k­inum hevur við síni støðu prógv­að, at hann rennir ikki ør­indi fyri nakran. Hann var greið­ur í sínum grund­gev­ing­um fyri, hví hann tók ta støðu, hann tók, með­an Jó­an Magnus Rasmussen úr Fólka­flokk­­in tók ta taktisku støðu, sum ein fólk­­­a­floks­maður í hesi sam­gongu »eigur at taka« – at fáa málið út av verð­ini sum skjótast, so tað ikki skap­ar órógv.
Uttan at vit skulu døma nakran framm­­an­undan, so er tað ein heið­ur­lig støða, at Eivin Jacobsen vil hava mál­ið lýst út í æsir, og at tað skal hava tær avleiðingar, tað eigur at hava. Serliga áhugavert er hetta, tá for­maður Sambandsfloksins á tingi, Alfred Olsen, sigur, at Eiv­in Jac­ob­sen hevur brotið eina floks­av­talu. Kann man gera »floks­av­tal­ur« um, hvussu lands­stýr­is­mál­a­­nevnd­­in hev­ur eftirlit við lands­stýrisfólki?
Men tað er ikki sagt framm­an­und­­an, at nakað er farið skeivt fram í hes­­u­m máli. Men ósemjan er stór, og sum vit hava víst á fleiri ferðir á hes­­um stað, so hevur handalagið hjá lands­stýr­is­manninum í inn­lend­i­­s­­mál­um ikki verið heppið.
Sjálvur sigur fyrrverandi lands­stýrismaðurin framvegis, at hann hevur gjørt alt rætt, og at hann hevði gjørt alt umaftur, um møg­u­leiki var fyri tí. Hann skuldsetti eis­ini adnstøðuna fyri sabotasju, tá and­støð­a­n vil kanna málið til botns. Tað er ikki álitisvekjandi, at ein frá­koyrdu landsstýrismaður sigur so, og tí er tað enn meira neyðugt, at fáa alt tilfarið og øll skjøl á borðið.
Tað kann ikki annað enn vera rætt at fáa allan sannleikan fram. Hetta kann reinsa bæði løgmann og Kára P. Højgaard, Men um illa vil til, so kann tað vera ein bumba und­ir samgonguna og undir sessin, sum Eivin Jacobsen hevur til láns frá einum av landsstýrisfólkum Sam­bands­flok­s­ins.