Í grundgevingini fyri at heiðra Snorra Brend varð sagt, at »hann hevur gingið undan og víst á fjølbroytni menniskjans. Hann hevur megnað at lýst førleikarnar og styrkirnar hjá persónum við breki sum eitt tilfeingi í samfelagnum.«
Sagt varð eisini, at slíkar blaðgreinar eru við til at bróta fordómar niður og eru við til at menna kjakið, fólki við breki at gagni.
Í Miðlahúsinum er vit bæði stolt og fegin um, at hesin heiður varð sýndur okkara fólki. Vit ynskja Snorra Brend hjartaliga tillukku við heiðrinum, og vit eru ikki sørt errin um at »eiga« ein part í hesum heiðuri.
Vit vilja fegin vera við til at lyfta hesa uppgávuna, sum tað er at upplýsa um viðurskifti hjá okkara medborgarum, sum ikki hava somu rættindi, sum tey flestu. Tí tað er ikki annað enn skyldan hjá fjølmiðlum at virka fyri, at allir borgarar hava somu rættindi og somu møguleikar, hóast likamlig ella sálarlig brek. Men vit mugu viðganga, at eitt nú hjá blindum, deyvum, menningartarnaðum og rørslutarnaðum annars manglar so ómetaliga nógv fyri at fáa gerandisdagin at virka á sama hátt, sum hjá teimum, sum ikki bera brek.
Formaður í Dugna spurdi, um tað veruliga er neyðugt, at vit í Føroyum skulu viðtaka eina handicapkonventión frá ST fyri at tryggja, at mannarættindini eisini eru galdandi fyri menniskju við breki. Og hann svaraði sjálvar, at tað er tað so avgjørt.
– Sjónlig rættindi eru betur enn ósjónlig, segði hann og vísti á, at tað er sjón fyri søgn at áheitanir og góður politiskur vilji ikki ført til, at fólk við breki hava fingið javnrættindi í Føroyum anno 2010.
Tað er ikki sørt snópisligt fyri eina so lítla fólkaræðisliga skipan sum Føroyar, at vit skulu trýstast av øllum øðrum heimsins tjóðum fyri at veita fólki við breki javnbjóðis rættindi. Og vit, sum erpa okkum av, hvussu góð vit eru hvør við annan í hesum lítla og friðarliga samfelagnum Føroyar.
Hetta eigur at geva okkum øllum rættiliga nógv at hugsa um...