Buddisman í Tibet kom lutvíst úr Kina men mest úr India. Sett varð á stovn eitt sonevnt lamastýri, har buddistiska presta- og munkastættin umframt átrúnaðarligt vald, eisini hevði alt politiskt vald, har tveir høvuðsprestar, Dalai Lama og Panchen Lama býttu valdið sínamillum. Tibet kom tíðliga undir mongolska ávirkan, og í øldir høvdu monogolsku valdsharrarnir eisini stórt vald í Tibet. Tá tjóðskaparliga kollveltingin varð framd í Kina í 1911 lýsti kinesiska stjórnin Tibet sum ein kinverskan landspart, ein yvirlýsing, sum tibetanska lamastýrið ongantíð hevur viðurkent. Eftir at kommunistiski flokkurin í 1949 tók valdið í Kina vóru nógvir kinverskir kommunistar í Tibet, har teir gjørdu so nógv um seg, at tibetanar gjørdu uppreistur og Kina svaraði við at gera hernaðarliga innrás í Tibet. Dalai flýddi til India, haðan hann hevur leitt mótstøðuna móti kinverska yvirvaldinum, meðan Panchen var eftir í Tibet. Panchen varð tikin og sat í kinverskum fongsli til umleið 1980. Kina hevur við harðari hond roynt at noyða tibetanar at góðtaka kinversku útgávuna av kommunismuni. Ávirkanin hjá buddistiska munka- og prestaskipanini hevur støðugt verið undir hørðum trýsti frá kinversku valdsharrunum, meðan alt fleiri kinverjar eru fluttir til Tibet, har teir hava stórt vald.
Í 1959 gjørdu tibetanar uppreistur móti kinverska valdinum í Tibet. Kina svaraði aftur við hernaðarinnrás, sum bardi uppreisturin niður við harðari hond. Síðan eru kinverska valdið og ávirkanin bert vaksin, og kinverska stjórnin metir Tibet sum ein kinverskan landspart. Dalai Lama hevur í útlegd til fánýtis strítt sítt friðarliga stríð fyri tibetanskum tjóðarfrælsi, og einki útlit er til, at stríð hansara fer at eydnast. USA og Bretland, sum longu í 1911 viðurkendu yvirvald Kina yvir Tibet, hava ikki rætt hond frá síðu og sama er um restina av heiminum at siga. Nú er so aftur galið og Kina hevur júst niðurbart fólkslig mótmæli í Tibet við vápnamegi og nógvir tibetanar liggja eftir á. Vesturheimurin harmast, men eingin droymir um at leggja trýst á Kina til tess at fáa hetta stórveldi at virða tey mest grundleggjandi mannarættindi í Tibet. Dalai Lama hevur nú skýrt framferð Kinas sum mentanarmorð. Við hesum sipar hann til, at Kina til tess at kúga tibetanska fólkið týnir tess mál og mentan. Hetta er brot á altjóða sáttmálar. Hetta er yvirgangur. Einki bendir tó á nøkur revsitiltøk móti Kina, og olympisku leikirnir verða sum ætlað. Vesturheimurin hevur ov nógv uppá spæl, og niðurbarda tibetanska fólkið má lata sær lynda við føgrum orðum frá teimum hyklarum, sum manna politisku leiðslurnar fyri vestan.
Sosialurin