Oddagrein· Tíggju ár við Gøran

Svøríki er eitt av heimsins bestu londum at liva í og eingin ivi man vera um, at svensku sosialdemorkatarnir hava heiðurin av hesum, Tað var Erlander, sáli, sum fann uppá heiti fólkaheim um svenska vælferðarsamfelagið. Erlander var forsætirmálaráðharri í eitt mannaminni. Hugtakið fólkaheim var nógv gjørt til gjøldur ikki minst í Føroyum, tá ið føroyski Javnaðarflokkurin tók tað til sín, og nú hoyrist hetta orð at kalla ikki longur. Men hugsjónin, at Norðurlond skulu gerast heimins bestu lond at liva í, er framvegis eins aktuell sum fyri hálvari øld síðan.

Tað eru nú 10 ár síðani, at Gøran Persson tók sum forsætisráðharri. Hann hevur gingið sínar egnu leiðir í so mongum. Tá ið heitt varð á hann á sinni um at gerast forsætisráðharri bar hann seg undan. Hansara áhugi var búskapur, menning og vælferð og vildi hann heldur arbeiða meira fakliga enn politiskt. Men hann tók við og vísti seg at hava framúr góðar politiskar gávur. Hann helt, mótsett, sínum donsku og norsku starvsbrøðrum, rimmar, ja, næstan fanatiskt fast um vælferðarsamfelagið. Hann helt fast, tá ið aðrir við Blair á odda fóru at glíða í spurninginum um vælferðarsamfelagið. Gøran var og er sannførdur um, at hetta er ikki bara tað besta fyri Svøríki, men eisini tann besti háttur a varðveita valdið.

Nú hevur Gøran sitið í forsætisráðharrasessinum í tíggju ár, og tað eru tey uttan sum innanflokks, ið halda, at tíð er til at skifta formann og forsætisráðharra. Men Gøran Persson er ósamdur. Hann hevur ongar ætlanir um at fara frá, og er hetta uttan iva gott fyri flokk og land. Hann fær harða mótstøðu til valið komandi. Fyri fyrstu ferð stendur hann frammanfyri einari samlaðari andstøðu. Fyri fyrstu ferð fer andstøðan til valstríð sum ein bólkur. Tað er ein nýggj støða, sum svenski javnaðarflokkurin ikki er vanur við, og tí er valið komandi eitt sera spennandi val. Gøran vitjaði í Føroyum herfyri og verður tann vitjanin vónandi við til at menna samstarvið millum bæði londini.

Sosialurin