Tað má vera hugaligt at vakna henda mánamorgun hjá teimum mongu, sum hava sett pening í felagið, ið hevur brúkt nógvan pening og orku at røkka so langt. At vit føroyingar hava megnað at byggja upp eitt oljufelag, sum er virkið í altjóða oljuhøpi, er einki minni enn eitt bragd og nakað, sum føroyingar og Føroyar kunnu vera errin av.
Frá at byrja í tí smáa við bara føroyskum íleggjarum hevur felagið ment seg til eisini at lata dyrnar upp fyri aljóða íløgukapitali, og spennandi verður at síggja, hvussu áhugin nú verður fyri at keypa upp partabrøv, ikki bara í Føroyum men eisini úti á altjóða marknaðinum.
Kveikjarin til hesa verkætlan var sjálvandi vónin til at finna olju í føroysku undirgrundini, men kortini hevur felagið alla tíðina sagt seg vilja fara út um mark eisini og vera við í altjóða oljuvinnu. Felagið hevur keypt seg inn í loyvi aðrastaðni, og her má sigast, at tað hevur verið gjørt við hepnari hond, tó at slíkt altíð hevur stóran váða við sær. At felagið hevur knýtt at sær dugnalig og professionell oljufólk er eisini nakað, sum nú kemur felagnum til góða.
Vit ynskja Atlantic Petroleum góða eydnu á tess ævintýrlíknandi ferð úti í altjóða oljuverðini. Men tað er eisini áhugavert at vita, hvørjar ætlanir felagið hevur á Føroyaleiðini, eitt nú hvussu leikluturin hjá felagnum verður í eini komandi 3. útbjóðing. Felagið byrjaði í Føroyum sum partur av The Faroes Partnership bólki, sum Amerada Hess stóð á odda fyri. Tað felagið hevur mestsum slept Føroyaøkinum. Í 2. rundu fekk AP tilluttað leitiloyvi saman við Sagex Petroleum, sum eigur fleiri dugnalig leitifólk.
Vónandi eydnast tað AP, nú enn ein útbjóðing stendur fyri framman, at finna sær okkurt størri oljufelag at arbeiða saman við eisini. Tað hevði styrkt felagið og ikki minst trúnna uppá felagið. Hóast okkara oljumyndugleikar ikki kunnu ella eiga at favorisera eitt felag bara tí tað er føroyskt framum útlendsk oljufeløg, tá loyvi skulu latast, so mugu vit bara seta okkara álit á, at leiðslan í føroyska felagnum megnar at fáa eitt samstarv í lag við størri og sterkari oljufelag, sum fer at søkja í 3. útbjóðing, soleiðis at felagið skjótari og lættari kann gerast partur av leitiverkætlanum her. Hetta verður í hvussu er ein stór avbjóðing komandi mánaðan, áðrenn freistin at lata umsóknir inn er úti.
Sosialurin