Oddagrein: Trýr ikki upp á hægri blokk

Løgmaður hevur eftir øllum at døma uppgivið slagið um blokkin – og hevur ikki verið til samráðingar í heyst um at hækka blokkin, sum hann annars boðaði alment frá 17. januar.
Tá komu løg­­maður og Jørgen aftur sum av torveiðum frá sam­ráð­ingum um at fáa hægri blokk. Mál­ið hjá løg­manni var at hækka blokk­in 150 til 200 mill­i­ón­ir krón­ur. Úrs­lit­ið var, at stjórn­in gekk við til at prís­tals­javna blokk­in, og tað gav eina hækk­ing upp á 8,6 mió krónur.

Tað er eyð­sæð fyri øll, at tað ber ikki til at bakka aft­ur eina slíka av­talu, sum løg­ting­ið og lands­stýr­ið gjørdu við stjórn­ina í 2003, tá blokk­urin varð skorin.
Men løgmaður vildi ikki við­ganga, at dysturin var taptur. Hann segði seg hava av­tal­að við Helle Thorn­ing-Schmidt, at stjórn­in og lands­stýr­ið skuldu fara und­ir kon­kret­ar sa­m­ráð­ing­ar í heyst. Kaj Leo Jo­hann­e­sen segði seg hava avtalað hetta á fundi við stjórn­ina 16. januar í ár.
– Tak ikki feil. Vit fáa hesar 200 mill­i­ón­ir­nar. Ikki fyrsta ár­ið, men næsta, triðja ella fjórða ár­ið. Tað skulu sam­ráð­ing­ar til, og vit av­tal­aðu á fund­i­num i gjár, at tað verða kon­kret­ar sam­ráð­ing­ar til heyst­ar. Ikki bara bræva­skifti, ikki bara tel­e­fon­sam­skifti, sum tá blokk­ur­in varð skor­in 600 milliónir.
Soleiðis segði løgmaður við Deg & Viku 17. januar í ár.
Men nú stjórnin er um at verða lið­ug við fíggj­ar­lóg­ar­upp­skot­ið, sum skal sam­tykkj­ast í Fólk­a­tingi­num­, so sæst, at einki er um hetta, sum løg­mað­ur segði. Sam­­bært upp­­sko­t­­­i­num til fólk­­­a­tings­­fíggj­­ar­lóg­ina verð­ur blokk­ur­in til Før­oy­ar 624,5 mill­ión­ir næsta ár – í 2013. Tað verð­ur hann eisini í 2014 og í 2015 sam­bært upp­skot­i­num, sum ligg­ur í Fólka­ting­i­num.
Og sam­ráð­ingar hava ongar ver­ið. Løg­mað­ur sjálv­ur hev­ur einki gjørt við mál­ið. Hann hev­ur lat­ið tað upp í hend­ur­nar á Jørg­en Nicl­a­sen – og tað er sum at lata rev­in ansa høsn­u­num, tí Jørg­en Nicl­asen og Fólk­a­flokk­ur­in hava al­ment boða­ð frá, at tey halda einki um hesa ætl­an hjá løgmanni og Sam­bands­flokk­i­num.
Og Jørgen Niclasen hevur einki gjørt við mál­ið. Ongar samráðingar hava ver­ið um at hækka blokk­in, so sum løg­mað­ur segði, at hann og stjórnin av­tal­aðu 16. jan­u­ar í ár. Jørg­en Nicl­a­sen sig­ur við blað­ið í dag, at vit bræv­a­skifta við donsku stjórn­­­ina í hes­um døg­um. Galdandi av­tala er bara fyri 2012, og tí skal nýggj av­tala gerast – eis­ini um tað, at blokk­ur­in bara skal hækkast við prístalsjavning sum í ár.
So er spurningurin, um talan er um vánaligt pol­it­iskt handa­lag – ella tal­an er um bluff. Í øllum førum ger sam­gonga­n tað øvugta av tí, sum løg­mað­ur lovaði – og eft­ir øll­um at døma trýr løg­maður ikki ein gong sær sjálvum í hesum máli.