Oddagrein· Útskrivið kapping um nýggja MVG skipan

Búskaparliga gongdin kemur at krevja sparingar innan tað almenna, og fráboðaðu sparingarnar á Toll og Skatt eru helst bert byrjanin, um lágu skattainntøkurnar, ið vit hava sæð í januar mánaði í ár, halda fram.

Óansæð hvussu tíðirnar eru, so eigur skatta- og avgjaldsinnkrevjing prinsippielt at verða umsitið so bíligani sum møguligt og so smidligani sum møguligt, so at almenna pengaorkan fer til beinleiðis tænastur og veitingar, ið borgarin betalir skatt fyri. Tað vil siga, at øll innkrevjing hjá tí almenna skal vera til minst møguligan kostnað og ampa hjá skattgjaldarnum.

Sum vit hava sæð á kjakinum um MVG eftirstøður seinastu dagarnar, og sum vit viðgjørdu í oddagrein í gjár, so er okkara MVG skipan ikki fullkomin. MVG skipanin kom fyri gott 10 árum síðani og er grundað á tað tilfeingi og ta tøkni, ið nú einaferð var tøk tá. Nú eru umstøðurnar nógv broyttar. Tøknin mennist so skjótt, at skipanir verða afturútsilgdar eftir fáum árum. Nú er tíð at yvirhála alt innkrevjingarøkið hjá tí almenna, og MVG skipanin kundi verið eitt tað fyrsta, ið trivið varð í.

Fíggjarmálaráðið er longu væl ávegis við digitalisering, og seinastu fráboðaðu sparingarnar og niðurlegging av skrivstovum eru partur av hesum. Hetta tykist verða ein skilagóð ætlan, hóast tað altíð er harmiligt hjá teimum, ið hava sítt dagliga yrki á teimum skrivstovum, ið verða niðurlagdar.

Til politikarar úr Vágum og Norðoyggjum, sum eru ónøgdir um gongdina, má bara sigast, at tað ber ikki til at krevja infrastruktur sum miðstaðarøki og framvegis vænta frammihjárættindini hjá útjaðarnum. Eitt skattakontór má ongantíð verða nýtt sum útjaðarmenning. Vil man politiskt brúka pengar í einum øki, so má tað gerast aðrar vegir.

Tá skipanir verða broyttar, so eigur hetta í 21. øld ikki at verða gjørt við at tað almenna útiviklar egnar skipanir, ið í dagsins KT umhvørvi gerast tøkniligir dinosaurar eftir heilt stuttari tíð, og kanska eisini eru av slíkum slag, at stovnar aftra seg við at brúka hesar skipanir.

Nógv hevur verið tosað um KT seinastu árini. Spurningurin til eitt og hvørt KT projekt hjá landinum eigur at verða, hvussu nógv skipanin sparir í tíð og kreftum.

Viðvíkjandi MVG skipan, so vilja vit skjóta upp, at landið útskrivar eina kapping til øll áhugaði, tað verði seg feløg ella einstaklingar, um at gera eina nýggja MVG innkrevjingarskipan, ið skal kunna umsitast so lætt og bíligt sum gjørligt, so at sum mest av innkravda peninginum fer til tær almennu tænastur, sum skattur og avgjøld nú einaferð eiga at fara til. Vinnarin av kappingini er tann, ið sparir mest í umsiting av MVG innkrevjingini. Vinningurin kundi verið til dømis nakrar hundrað túsund krónur og levering av skipanini.

Hví ikki royna hetta? Tað ringasta, sum kann henda er, at man betalir eina í landshøpi mikroskopiska premiu, meðan um væl veit við, so kunnu milliónir sparast hvørt ár.

Sosialurin