Men tá vit skulu góðataka, hvussu summir landsmenn og -kvinnur liva, so fær pípan anna ljóð. Í blaðnum í dag ger formaður Miðfloksins greitt, at um grein 266b kemur aftur til viðgerðar á tingi, so fer hann at virka fyri, at tey samkyndu verða tikin úr aftur lógargreinini.
Tað var í 2006, at mikil - og ofta sera ófantaligur - orðadráttur var um, hvørt vit skuldu nevna tey samkyndu í revsigreinini 266b. Men søgan um hesa lógargrein er nógv eldri enn so. Tað var í 1988, at Atli Dam, sáli, táverandi løgmaður, bar eina kongiliga fyriskipan niðan í tingið, har hendan meinaleysa broytingin um, at 266b eisini skal umfata tey samkyndu, ætlandi skuldi samtykkjast. Men brádliga kom vargur í. Kristiligi Fólkaflokkurin leyp upp á bakbeinini, setti samgonguna í veð og kravdi, at málið varð tikið aftur. Atli Dam lat teir fara - nýggj samgonga varð skipað. Men meiriluti fekst kortini ikki fyri broytingini.
Síðani hoyrdist lítið aftur til málið, til Annita á Fríðriksmørk og Finnur Helmsdal, sáli, høvdu málið frammi. Hetta var meðan Tjóðveldi sat í samgongu fyrst í øldini saman við Miðflokkinum, so formaðurin mælti frá at samtykkja málið. Men í 2006 løgdu tey málið framaftur, og nú bar til. Málið varð samtykt. Avleiðingin var tó, at Karsten Hansen tók seg úr Tjóðveldinum og fór í Miðflokkinum - sum eftir hansara tykki virðir kristnu lívsvirðini betur enn Tjóðveldi.
Gott nokk er talan um eitt lítið mál, sum Atli Dam og hini í landsstýrinum eisini hildu í 1988, sum verður blást upp. Matteus gamli hevði sína hugsan um fólk, sum brúktu Halgubók til fótatraðk: »Táið tit biðja, mugu tit ikki vera sum hyklararnir; tí teimum dámar at standa í sýnagogum og á vegamótum og biðja, fyri at teir kunnu verða sæddir av menniskjum. Sanniliga, sigi Eg tykkum: Teir hava longu fingið løn sína. Men tú, táið tú biður - far inn í kamar títt, lat aftur hurð tína, og bið til Faðir tín, sum er í loyndum! Tá skal Faðir tín, sum sær í loyndum, løna tær.«
Lítið virðiligt er tað, at tey, sum ganga fremst í hesi herferð, eru tey, sum dáma best at vísa seg alment við Halgubók. Vit høvdu tikið hattin av fyri hesum fólkum, um tey heldur vístu sítt krisnta lívsvirði og sín næstrakærleika í gerðum heldur enn orðum.