Myndugleikarnir hava gjørt greitt, at sjúkrahúsverkið skal spara. Og sparast skulu 20 milliónir krónur bara í ár – og út við 50 milliónir krónur næstu fýra árini.
Tað tykist, sum um høgra hond ikki veit, hvat vinstra ger í sjúkrahúsverkinum, tá slíkt kemur fyri. Serlæknin, sum gongur á Tvøroyri, har hann er partur av tilbúgvingini á lokala sjúkrahúsinum, gremur seg um, at hann einki hevur at gera – og at hann saktans kann taka sær so at siga øllum urologisjúklingum, sum eru. Men tað sleppur hann ikki. Hann sigur, at tað kemur ikki fyri, at Landssjúkrahúsið ella Klaksvíkar Sjúkrahús senda urologisjúklingar til hansara. Einastu sjúklingar, hann fær norðanífrá, eru nakrir, sum kommunulæknar vísa til hansara.
Tað tykist, sum um onkur duld dagskrá er, tá slíkt kemur fyri. Annaðhvørt vilja myndugleikarnir partú leggja júst hesa sergrein á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, ella líta teir kanska ikki serlæknanum á Tvøroyri hesa uppgávu til.
Tað skerst ikki burt, at vit mugu húsast við tí, sum vit hava. Og tá vit hava okkara egnu serlæknar, so gevur tað sjálvandi onga meining at keypa somu serfrøði úr Danmark fyri at røkja uppgávuna á einum øðrum sjúkrahúsi í Føroyum.
Kjakið um sjúkrahúsverkið og tey trý sjúkrahúsini er altíð eldfimt. Serliga tí, at útbyggingin av samferðslukervinum hevur broytt tørvin á tilbúgvingini. Hesi atlit eiga sjálvandi at verða tikin við í viðgerðina um sparingar og rationaliseringar. Tað er ikki rætt at trýsta aðrar skipanir ígjøgnum, sum ikki eru betri, men eru dýrari.
Er tað ein politisk avgerð við undirtøku einum fólkaynski, at vit skulu varðveita tey trý sjúkrahúsini á sama støði, sum tey hava verið á, tá tøvurin var øðrvísi, so er tað sjálvandi ein avgerð, sum má virðast. Men tá skylda okkara ráðandi fólk at siga okkum, hvussu nógv vit gjalda fyri hesa skipan í mun til tað, sum kundi verið gjørt.
Men at keypa serfrøði úr Danmark, tí hon til dømis ikki skal vera á Tvøroyri, har læknin er. Tað ljóðar ikki skynsamt og ikki bíligt.