H71-StÍF 22-21 (10-13):
Hóast munurin á stigatalvuni verður toygdur, so hvørt sum kappingarárið líður, so er munurin ikki størri enn so, at stríðast skal fyri hvørjum tí einasta stigi.
Og um ikki annað, so fekk StÍF ta læruna við sær, tá teir vitjaðu í Hoyvíkarhøllini sunnudagin.
Á pappírinum skuldi StÍF nevnliga verið sterkara liðið, og ofta hava innanhýsis uppgerðirnar millum feløgini givið stórsigurin til eysturoyingarnar.
Men fyri tað løgdu hoyvíkingar stóra orku í dystin sunnudagin. Teir buldraðu avstað frá fyrsta bríksli, og tó at StÍF raknaði við, sum fyrri hálvleikur gekk, so vildu teir á heimaliðnum veruliga prógva, at javnleikurin móti Kyndli ikki var íkomin av tilvild.
Um miðjan hálvleikin fekk StÍF tó vent dystinum, og gjøgnum størsta partin av seinna hálvleiki hildu teir eisini fast um vunnu leiðsluna.
Hoyvíkingar noktaðu tó at geva seg, og seinastu løtuna av dystinum settu teir endaspurtin inn. Ikki minst takka verið góðum verju- og málmansspæli. Soleiðis fekk StÍF bert eitt mál seinastu 13 minuttirnar, og tað var ikki nóg mikið til at halda hart arbeiðandi vertunum niðri. Og so kundu gestirnir bara iðra seg um, at Davic Edvardsen ikki punkteraði spenningin, tá hann hevði møguleikan at økja til 22-20 úr sjey metrum
Annað enn sum styrkur av sjálvsálitinum kann H71 ikki brúka sigurin til, men hesin undirstrikar tó viljan hjá spælarunum til altíð at gera sítt besta, tá farið verður á vøllin.
Hján StÍF tænti tapið hinvegin sum áminning um, at júst tað at gera sítt besta, altíð er neyðugt. Og fáa teir ikki lyft álopsspælið nakað heilt fitt undan finaludystunum, kunnu trupulleikarnir væl gerast alstórir, tá endaliga plaseringin av FM-heitinum skal avgerast.
Fakta um dystin
H71-StÍF 22-21 (10-13)
10 min: 6-4
20 min: 7-9
40 min: 15-17
50 min: 18-20
Málskjúttar
H71: Dánjal Tórgarð 8(2), Esbern Patursson 4, Poul Kjartan Dam 3, Hans Kári Hansen 2, Johnny Durhuus 2, Rógvi Sørensen 2, Niels Viggo Niclasen 1
StÍF: David Edvardsen 7(1), Leivur Justinussen 4, Borgar Danielsen 4, Danni Syhler 3, Rúni Niclasen 2, Alexandur Johansen 1
Brotskøst: H71 3, StÍF 2
Útvísingar: H71 4, StÍF 2
Diskvalifikatión: H71 1(3X2 minuttir)
Dómarar: Hanus Kúrberg & Hans Thomassen