Higartil í ár eru fýra venjarar í Formuladeildini annaðhvørt koyrdur úr starvinum ella uppsagdir. Tað er onki óvanligt í, at høvd rulla, tá úrslitini ikki eru til vildar, og hetta hava teir fýra Jóannes Jakobsen, Ole Andersen, Petur Simonsen og nú eisini Trygvi Mortensen merkt at egnum kroppi, tá felag teirra hevur valt at siga sáttmálan við teir upp.
Merkisvert er tó, at tríggir av hesum fýra venjarum hava fingið sekkin, eftir at teir hava dystast við oddaliðið EB/Streym.
Tað var í døgunum eftir 8-2 stórtapið móti oddaliðnum EB/Streymi, at Jóannes Jakobsen varð koyrdur. Síðani fekk Ole Andersen sekkin, men var tað eftir 4-0 tapið fyri Skála. So fekk Petur Simonsen durafjórðingin og var tað eftir, at EB/Streymur og ÍF spældu javnt í avblásta dystinum á Mølini.
Í morgun boðar NSÍ frá, at Trygvi Mortensen ikki er venjari hjá teirra besta liðið longur, og seinast NSÍ spældi ein dyst taptu teir 4-1 fyri oddaliðnum EB/Streymi.
Aftrat tí, kemur frákoyringin av Heine Fernandez sum venjara hjá HB í fjør, og tað var somuleiðis eftir tap fyri EB/Streymi, sum tó ikki var oddalið tá.