Skála ? B36 2-2 (1-0)
2. deild
Oddadystur var á Skála leygardagin, har uppflytararnir Skála tók ímóti B36. Hesi bæði liðini hava enn ikki tapt í landskappingini, og tí var lagt upp til spennandi dyst.
Tað var Skála, ið hevði takið á dystinum fyri steðgin. Skálamenn tóktust betri upplagdir, meðan B36 liðið var drálandi og tordi ikki at fara niðan á vøllin. Tað mesta av spælinum fór tí fram á B36 hálvuni.
Útiliðið pakkaði seg tó somikið væl saman í verjuni, at tað ikki eydnaðist heimaliðnum at spæla seg fram til nógvar málmøguleikar.
Skála kom fyrst á máltalvuna, tá Pauli Hansen skoraði. Hann setti álop í gongd á miðjuni og spældi út í síðuna, haðani lagt varð inn í brotsteigin. Pauli tók niður við bringuni og sendi framvið málverjanum til hálvleiksstøðuna 1-0.
B36 legði hart út
Í hálvleikinum hevur venjarin hjá B36 sagt nøkur álvarsorð við leikararnar. B36 skifti út og legði nýggja leikætlan, og tað eydnaðist væl.
Ikki vóru spældir nógvir minuttir, tá Heini í Skorini javnaði fyri B36. Ein flatur bóltur var sendur inn móti brotsteiginum, har Heini vendi sær hegnisliga og langaði til uttanfyri brotsteigarmarkið, og so var 1-1.
B36 helt fram við at trýsta Skálamenn og hevði fleiri møguleikar, meðan Skála ikki megnaði at finna spælið frá fyrra hálvleiki framaftur.
Eina løtu eftir legði B36 seg framum. B36 fór í mótálop, og Heini í Skorini varð spældur oman móti baklinjuni. Hann legði innfyri til Áka Mørk, ið ótarnaður kundi seta fótin á til 2-1. Sum heild var B36 vandamiklari í seinna hálvleiki, men megnaði ikki at avgera dystin.
Heimaliðið tóktist skelkað av gongdini, men eftir málið kom Skála aftur meira við aftur í dystin. Skála setti nú fleiri álop í gongd, men einki gjørdist veruliga vandamikið.
Tað eydnaðist tó at fáa útjavnandi málið, so Skála eisini forðaði fyri, at B36 fór trý stig framum. Skála hevði hornaspark, sum B36 verjan í fyrsta umfari beindi burtur, men bólturin varð sendur innaftur í brotsteigin, har ein Esbern Jacobsen stóð púra leysur og beindi í netið.
2-2 var endaliga úrslitið í oddadystinum. Næsta vikuskifti spælir Skála á útivølli móti LÍF, meðan B36 tekur ímóti botnliðnum GÍ.
Skála?B36 2-2 (1-0)
1-0: Pauli Hansen
1-1: Heini í Skorini
2-1: Áki Mørk
2-2: Esbern Jacobsen