Fyrstu tríggir dystirnir í Betrideildini hjá monnum hava verið í dag, og har skuldu tvey av toppliðunum, KÍ og B36, royna at halda fast í góðu støðuni við leiklutum sum favorittar ímóti ávikavist EB/Streymi og AB. Hetta megnaðu tey bæði, og tískil hevur tað framhaldandi hug at klovna ímillum topp og botn í Betrideildini.
Heima í Klaksvík setti KÍ seg tíðliga á dystin ímóti EB/Streymi, og hóast nakrar stórar málmøguleikar, so tók eina løtu hjá oddaliðnum í deildini loksins at lirka gestaverjuna upp, men við tveimum málum stutt undan steðginum frá Patriki Johannesen og Jonn Johannesen kom KÍ á sigurskós við 2-0-hálvleiksleiðslu.
KÍ helt fram í sama stíli í seinna hálvleiki. Fyrst var tað Darius Lewis, sum gjørdi tað til 3-0, og so var Patrik Johannesen aftur á blettinum eitt korter fyri leiklok og skoraði til 4-0. Hetta gjørdist eisini endaliga úrslitið, og við einum sannførandi avriki og 4-0-sigri heldur KÍ fast um oddasessin í Betrideildini.
Í Gundadali hevði B36 vitjan av AB, og har livdi B36 eisini upp til leiklutin sum favorittur. Árni Frederiksberg legði heimaliðið á odda 1-0 longu í 5. minutti, og løtu seinni kom Jónas Tór Næs eisini á máltalvuna fyri fyrstu í sínari 116-dystir drúgvu leið í bestu føroysku deildini. Hann stútaði B36 á odda 2-0, sum eisini var hálvleiksstøðan.
Eitt gott korter inn í seinna hálvleik økti Ragnar Samuelsen til 3-0 til B36, men Bjarki C. Nielsen helt lív í einari lítlari AB-vón við at minka til 3-1 fimm minuttir seinni. Tættari kom AB ikki, og heldur hinvegin var tað Alex Mellemgaard, sum fáar minuttir fyri leiklok syrgdi fyri einum 4-1-sigri til B36, sum nú - í øllum førum fyribils - er á 2. plássi í Betrideildini.
Heima í Trongisvági vann TB sær í dag trý týdningarmikil stig ímóti botnliðnum í deildini, ÍF. Tað var stóri profilurin hjá TB hetta kappingarárið, Stefan Radosavljevic, sum í sínum fyrsta dysti eftir at hava sitið leikbann av sær syrgdi fyri einum teprum 1-0-sigri til TB. Málið skeyt hann 10 minuttir fyri leiklok, og tey trý stigini í dag lyfta TB átta stig frá botninum.
Síðstu tveir dystirnir í Betrideildini verða spældir í annaðkvøld. HB-Víkingur spæla kl.18.00 og NSÍ-Skála spæla kl.19.00.
11. umfar
KÍ - EB/Streymur 4-0 (2-0)
1-0: Patrik Johannesen, 41.
2-0: Jonn Johannesen, 45.
3-0: Darius Lewis, 62.
4-0: Patrik Johannesen, 75.
B36 - AB 4-1 (2-0)
1-0: Árni Frederiksberg, 5.
2-0: Jónas Tór Næs, 16.
3-0: Ragnar Samuelsen, 62.
3-1: Bjarki C. Nielsen, 68
4-1: Alex Mellemgaard, 85.
TB - ÍF 1-0 (0-0)
1-0: Stefan Radosavljevic, 80.
Betrideildin - støðan
1. KÍ 26 stig (11 dystir)
2. B36 24 stig (11 dystir)
3. NSÍ 22 stig (10 dystir)
4. Víkingur 20 stig (10 dystir)
5. HB 18 stig (10 dystir)
6. Skála 15 stig (10 dystir)
7. TB 12 stig (11 dystir)
8. EB/Streymur 7 stig (11 dystir)
9. AB 4 stig (11 dystir)
10. ÍF 4 stig (11 dystir)
Dystir í morgin
Víkingur - HB (kl.18.00)
NSÍ - Skála (kl.19.00)