Seinnapartin klokkan 17 byrjar klassikarin í Betrideildini hjá monnum millum HB og KÍ á ovara vølli í Gundadali í Havn.
HB er næstfremst í deildini við 36 stigum, og KÍ er triðfremst við 30 stigum.
HB vann 1-0 á KÍ tá liðini hittust i Gundadali 14. apríl.
Bæði í steypakappingini og í stórsteypadystinum hevur HB fyrr í ár vunnið 3-2 á KÍ.
Oddsini hjá altjóða veddingarfyritøkum eru næstan jøvn, tó hella tær eitt pinkalítið vet til ein HB-sigur.
Miðaloddsini upp á heimasigur til HB eru 2,39.
Miðaloddsini upp á javnleik eru 3,43.
Miðaloddsini upp á útisigur til KÍ eru 2,58, so tað er ikki nógv sum skilir liðini.
HER eru oddsini:
##med2##
##med3##