Oddurin hjá kvinnuni fer í tvíningar


 

Hondbóltur

Jákup Mørk



Seinasta umfarið undan jólasteðginum verður leikt um vikuskiftið, og skulu til samans seks dystir avgreiðast. Teirra millum er oddabrakið hjá kvinnunum


Meðan menninir við hesum dystum enda sítt grundspæl, verða kvinnurnar ikki lidnar við grundspælið fyrr enn í januar mánaði. Hetta tí kvinnurnar vegna landsdystirnar móti Svøríki ikki hava havt møguleika at avgreiða eins nógvar dystir.

Toppdystur í Vestmanna

Uttan iva tykist mest áhugaverdi dysturin hjá kvinnunum hetta vikuskiftið at verða í Vestmanna, har tey bæði oddaliðini, VÍF og Stjørnan bresta saman.

Undantikið sínámillum javnleikin í Klaksvík, hava bæði liðini vunnið allar sínar dystir, og í summum førum hevur munurin í dystunum verið nærum ræðandi.

Hóast FM-heitið ikki stendur og fellur við hesum eina dystinum, so er lítið at ivast í, at vinnarin av dystinum samstundis verður liðið, sum fer við flest stigum í endaspælið. Hetta hóast Stjørnan eisini í seinasta dystinum í grundspælinum hevur ein sera truplan dyst í Vági.

Umframt toppdystin í Vestmana, eru eisini tveir aðrir dystir á skránni um vikuskiftið. Á Giljanesi tekur Sóljan móti Neistanum, og í Runavík kemur Kyndil á vitjan hjá Tjaldri.

Útiliðini mugu metast sum favorittar í hesum dystum, og skulu tey framhaldandi royna at renna eftir VB, er heldur einki at ivast í, at tað er neyðugt við stigum í hesum dystum.

Kyndil má stríðast

Hjá monnum er aftur hesu ferð talan um eina lokaluppgerð, og aftur er Neistin annar parturin í hesari.

Lokaluppgerðirnar í høvuðsstaðnum gerast alsamt fleiri í tali, og hesu ferð er tað móti H71, at Neistin skal royna seg.

Fyrra dystin liðanna millum vunnu hoyvíkingar, og skulu teir gera álvara av ætlanunum um at enda í ovaru hálvu, er helst neyðugt við einum sigri í hesum dystinum.

Úrtøkan hjá hoyvíkingum hevur tó ikki verið hin besta seinastu dystirnar, meðan Neistin, hóast tapið fyri Kyndli, sær út til at hava fingið glið á. Undir øllum umstøðum eru útlitini fyri einum spennandi dysti í høllini á Hálsi sunnudagin.

Hitt havnarliðið, Kyndil, fer til Runavíkar at royna seg, og teir mugu greitt tola at verða róptir favorittar í hesum dystinum.

Nøkur løtt uppgáva fer tað tó ikki at vera talan um hjá teimum. Tjaldur hevur togað seg upp eftir í mun til í fjør, og saman við framgongdini, eru áskoðararnir eisini farnir at fjølgast í høllini, so einki er at ivast í, at Kyndil má stríðast fyri sigrinum.

Seinasti dysturin á kappingarskipanini fyri jól er lokaluppgerðin í Vestmanna, har kollfirðingar koma á vitjan. Hetta verður samstundis seinasti dystur hjá kollfirðingum undan samanleggingini, og møguliga kann hetta hava sálarligan týdning hjá teimum.

Um hetta er nóg mikið til at gera nakað við vestmenningar er tó sera iva-samt. Eftir javnleikin móti Kyndli er líkt til, at VÍF aftur hevur funnið fóta-festið, og vinna teir dystin sunnudagin, er talan hóast alt um fult stigatal fyri endaspælið, og tað man nú ikki vera so galið, sum tey siga í Kollafirði.