Odessa er fyri áhaldandi álopum

Seinastu 24 tímarnar eru 13 fólk dripin í russiskum álopum í Luhansk, veit Reuters at siga, sum endurgevur regiónsguvernørin í økinum.

 

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, sigur, at Odessa-regiónin í Ukraina er undir áhaldandi bumbing.

 

Sambært CNN sigur hann eisini, at Donbas-økið har eysturi í landinum er púrasta oyðilagt av russiskum álopum.

 

Sambært guvernørinum í Luhansk-regiónini, Sergi Gaidai, eru seinastu 24 tímarnar 13 fólk dripin í russiskum álopum í Luhansk.

 

Tað veit Reuters at siga í morgun.