Odmar Færø um Víking og HB

Steypablaðið: Odmar Færø ger sína meting av steypafinalistunum

Odmar Færø og B36 vunnu løgmanssteypið í fjør í eini av mest dramatisku steypafinaluni nakrantíð. Eftir tvey reyð kort vann B36 upp á brotssparkskapping. Nú verður tað Atli Gregersen ella Jógvan Rói Davidsen, sum fara av stað við steypinum.

Her eitt brot úr spurningunum til Odmar Færø frá steypablaðnum hjá Sosialinum um Løgmanssteypið 

Hvat heldur tú um Víking?

- Eg haldi at tað er eitt lið við nógvum royndum, og við einum av teimum mest royndu liðskiparunum í Atla Gregersen. Tað er eitt ”keðiligt” lið at spæla í móti, sum av tí sama oftast vita hvat skal til fyri at vinna dystir. Eitt klassa steypalið! 

Hvat heldur tú um HB?

-HB hevur ein breiðan hóp við nógvum ymiskum spælaratýpum. Bæði ungar og eldri spælarar. Teir hava eina gjøgnumførda spæliætlan, sum venjarin hevur innført rættiliga skjótt og væl. Síðani hann kom til, hevur hann vent felagnum totalt. Og so hava teir eisini ein ”X-Faktor” í Adrian Justinussen.

Í blaðnum ber eisini til at lesa hvat Odmar Færø tippar til sjálva finaluna! FM1 sendir beinleiðis av Tórsvølli frá klokkan 17.