Kølin luft við ælingi streymar inn yvir Føroyar úr vestri, men sunnudagin fer eitt minni lágtrýst við tilhoyrandi brúgvaløgum framvið Føroyum úr útsynningi. Nátt til mánadag og mánadag fer eitt stormlágtrýst í ein landnyrðing yvir Føroyum, og hevur óstøðugu luft við ælingi úr vestri og seinni útnyrðingi og norði.
Veðurvánirnar sunnudagin:
Sunnudagin fyrst stívt andøvsgul upp í hvassan vind vestan, 10 til 15 metrar um sekundið, men fyrrapartin minkar hann vindin til gul til stívt andøvsgul av útsynningi og suðri, 5 til 10 metrar um sekundið. Tað klárar í, men tó koma einkult vátaslettings- ella kavaæl. Seinnpartin veksur hann vindin til stívt andøvsgul upp í hvassan vind úr landsynningi, 10 til 15 metrar um sekundið, seinni snarar hann í ein útsynning og hevur við sær regn ella vátasletting av útsynningi. Hitin frá 2 til 5 hitastig. Um kvøldið makar hann vindin, klárt og einans einkult æl. Mánanáttina veksur hann aftur um vindin til strúk í vindi upp í skrið millum landsynning og útsynning, 13 til 20 metrar um sekundið. Skýggjað og regn ella kavaælingur av útsynningi og hitin millum 0 og 5 stig.
Mánadagin:
Hann veksur um vindin til hvassan storm av útsynningi og vestri, 25 til 30 metrar um sekundið, í hvirlunum ódn. Skýggjað og stundum regn. Hitin millum 2 og 5 stig. Seinnapartin fer hann at maka vindin spakuliga og um náttina verður strúkur í vindi upp í skrið av útsynningi, 13 til 18 metrar um sekundið. Mest skýggjað og ælingur, møguliga við heglingi ella vátaslettingi. Hitin millum 1 og 5 stig.