Øðrvísi ólavsøkukabarett

Tað verður ein kombinatión av stand-up, sketsjum og monologum í ólavsøkukabarettini í ár.

Tað verður ein kombinatión av stand-up, sketsjum og monologum í ólavsøkukabarettini í ár.

 

Tað verður ikki sami bólkurin av kvinnum, sum í fjør syrgdu fyri ólavsøkukabarettini, ið aftur í ár verða á palli í Sjónleikarhúsinum.

 

Í staðin verða tað teir báðir royndu, Bárður Persson og Jákup Dahl, ið skulu standa fyri undirhaldinum á ólavsøku.

 

- Vit eru stutt síðani komnir úr summarfrí, og hava tí ikki havt góða tíð til venjingar. Men vit fyrireikaðu okkum sjálvandi nakað undan summarfrítíðini, so vit stóðu ikki á berum, sigur Bárður Persson.

 

Hann sigur, at ætlanin er at undirhaldið skal vara í ein tíma.

 

- Eg vit væl, at tað fyrr í tíðini var vanligt, at kabarettirnar vardu í hálvan annan tíma, men tað tykist ov leingi, tí fólk hava so nógv at fara til á ólavsøku. So tað meria passandi, at undirhaldið varar í ein tíma ella kanska gott tað, sigur Bárúr Persson.

 

Ætlanin var, at talan suldi vera um eitt stand-up show burtur av, men hetta er broytt soleiðis, at umleið ein triðingur ella fjórðingur verða stand-up, meðan restin verða sketsjur og monologar.

 

- Tað verða sjálvandi ávís offur, og upplagt er, at Jørgen Niclasen er eitt teirra. Eisini verður talan um inkarneraðan sambandsmann, ið hatar Høgna Hoydal. Annars verður talan um eina breiða viftu av samfelags viðurskiftum, sumverða havd á lofti, sigur Bárður Persson.

 

Hann heldur, at tað fyrst og fremst ræður um, at fólk hava tað stuttligt.

 

- Tað er als ikki meiningin, at oyðileggja ólavsøkuna hjá fólki, sigur Bárður Persson.

 

Hannsigur, at teir hava úr at gera í hesum døgum við at leggja kabaduoina til rættis.

 

- Men eg eri vísur í, at vit klára at seta eitt gott undirhald upp til ólavsøku, sigur Bárður Persson.