Øll børnini vóru um drotningina á Balmoral

Øll fýra børnini hjá Elizabeth drotningini vóru til staðar á slottinum Balmoral í dag. Tey eru – frá elsta til yngsta – nýggi kongurin Charles, Anne prinsessa, Andrew prinsur og Edward prinsur. Eisini William prinsur og Harry prinsur vóru har, men uttan konu sína, Meghan hertugafrú.