Øll trý føroyingaliðini í bestu donsku hondbóltsdeildini vóru í leiki í dag.
Súna K. Hansen, Lív S. Poulsen og liðfelagarnir í Ajax tóku í dag móti Horsens á heimavølli.
Tað gekk væl hjá Ajax í fyrra hálvleiki. Í steðginum var Ajax á odda 16-14, men í seinna hálvleiki var Horsens og omaná, og endin var, at Horsens vann 29-26.
Súna skoraði trý mál, legði upp til eitt mál og vann liðnum tvey brotskøst. Lív skoraði eitt mál fyri Ajax í dag.
Annika Fríðheim Petersen og hennara liðfelagar í Nykøbing Falster taptu á útivølli 23-30 fyri Team Esbjerg. Í steðginum var Esbjerg á odda 15-12.
Cecilie Greve vardi málið hjá Nykøbing Falster nærum allan dystin í dag, og tað var ikki nógv Annika slapp framat í dag.
Liðið hjá Pernille Brandenborg, Keypmannahavn var fyri stórtapi 21-32 (9-19) móti Ikast á heimavølli í dag.
Keypmannahavn og Nykøbing Falster hava vunnið seg í endaspælið, meðan Ajax er aftast í deildini við bert sjey stigum.
Nr. | Lið | Dystir | Stig |
1 | Odense | 22 | 41 |
2 | Team Esbjerg | 22 | 37 |
3 | Ikast | 22 | 32 |
4 | Viborg HK | 22 | 28 |
5 | Keypmannahavn | 22 | 28 |
6 | Nykøbing Falster | 22 | 26 |
7 | Silkeborg-Voel | 23 | 21 |
8 | Aarhus United | 22 | 18 |
9 | Horsens Elite | 22 | 18 |
10 | Ringkøbing | 22 | 13 |
11 | SønderjyskE | 23 | 10 |
12 | Skanderborg | 22 | 9 |
13 | Ajax | 22 | 7 |