Øll ísfiskalínuskip liggja

Eitt frystilínuskip er ávegis til Eysturgrønlands, og átta fiska í føroyskum sjógvi.

 

Í løtuni liggja øll ísfiskalínuskipini við bryggju, men væntandi fer okkurt skip út aftur í næstum.

 

Línuskipini fáa annars mest av toski, hýsu og so nakað av longu, brosmu og svartkalva.

 

- Eitt frystilínuskip er ávegis til Eysturgrønlands, og átta frystilínuskip fiska í føroyskum sjógvi.

 

Streymurin verður góður alla næstu viku, men veðurútlitini til útróður í næstu viku eru einki serlig.

 

- Veðrið verður gott um vikuskiftið, og kanska verður nakað av útróðri tá, verður lagt aftrat.