Øll kunnu gleða onkran á jólum

- Á jólum eiga vit eisini at hugsa um tey, sum ikki hava tað so gott. Øll kenna vit onkran, sum hevur mist ella stríðist við sjúku - ella onkran, sum er einsamallur á jólum, sigur Ása Holm, borgarstjóri.

 

Hvar og hvussu verða jólini hildin í ár?   

 

- Jólini verða hildin heima í Porkeri saman við manni, børnum og ommubørnum. Vit hava altíð etið skerpikjøt á middegi jólaaftan. Fyrr var tað verpápin, sum kom við nýturkaðum kjøti úr hjallinum. Traditiónin at eta skerpikjøt á middegi jólaaftan hevur vart við.

 

Tað sigur Ása Holm, borgarstjóri í Porkeris kommunu. Hon vísir á, at Disney teknifilmar eru eisini á skránni í KvF jólaaftan, og tá klokkan verður 18, eta tey stokta dunnu við øllum tí sum hoyrir til.

 

- Síðan pakka vit jólagávurnar upp, og seinni eta vit rísalamande. Vit hava ikki longur ektað jólatræ, men eftirgjørt træ, tí nú eri eg farin at hugsa meira burðardygt, sigur Ása Holm.

 

Verða jólini sum borgarstjóri øðrvísi enn annars?   

 

- Nei, tað vænti eg ikki, men tá tú ert borgarstjóri, er tað ikki ávísar dagar ella bert millum klokkan 08 og 16. Ert tú borgarstjóri, er tað alt samdøgrið - og soleiðis eisini á jólum, sigur hon.

 

Hvussu hevur tú trivist í starvinum sum borgarstjóri?   

 

- Eg havi stórtrivist í starvinum. Tá tú ert borgarstjóri í lítlari kommunu, hevur tú ikki nevndir sum taka sær av ávísum málum. Her er tað í fyrsta lagi borgarstjórin sum leggur til rættis tey mál, sum verða viðgjørd, og tí er arbeiðið ógvuliga fjølbroytt, men eisini sera spennandi, sigur Ása Holm.

 

Keypir tú jólagávur?  

- Ja, eg keypi jólagávur til børnini, ommubørnini og til mannin. Eg eigi fýra børn og seks ommubørn. So, tað verða nakrar gávur tilsamans.

 

Hvønn týdning hava jólini fyri teg?   

 

- Jólini hava stóran týdning fyri meg. Døturnar koma heim úr Noregi, og familjan verður samlað. So, tá hava vit fult hús.

 

Maður Ásu fyllir um jólini, og tá plaga tey eisini at halda føðingardag fyri grannum, vinum og kenningum.

 

- Men, síðan korona fór at gera um seg, hava vit bara verið saman sum familja um jólini. Men, tað týdningarmesta við jólunum er tó, at frelsarin var føddur - hann, sum einglarnir sungu um úti á markini og søgdu “tykkum er í dag ein Frelsari føddur, sum er Kristus, Harrin, í Dávids staði..”   

 

Ása Holm heldur tað vera umráðandi, at jólini ikki blíva til stress, men at vit heldur eiga at hugsa um, hví vit halda jól, og hvussu vit best hugna okkum saman við familjuni. 

 

- Vit eiga eisini at hugsa um tey, sum kanska ikki hava tað so gott hesi jólini. Øll kenna vit onkran, sum hevur mist, stríðist við sjúku ella eru einsamøll. Tað skal ikki so nógv til, og vit kunnu øll gleða onkran við einari vitjan ella einari heilsu á annan hátt.   

 

- Jólini eru ein gleðishátíð fyri meg, sigur Ása Holm, borgarstjóri í Porkeris kommunu.